Grátandi José Mourinho er í finaluni

Europa Conference League: AS Roma er í finlauni í nýggju kappingini saman við Feyenoord

Mynd: (UEFA) José Mourinho var kensluborin, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð

Europa Conference League hevur verið lýst sum lítlibeiggin hjá Europa League, sum aftur er lítlibeiggin hjá Champions League. Tú kundi tí verið fyrigivin, fyri at halda at kappingin ikki var nóg stór fyri ein royndan vinnara sum José Mourinho.

 

Í gjár vann AS Roma 1-0 á degnum og 2-1 samanlagt á Leicester, og er í Europa Conference League finaluni, har mótstøðuliðið verður hollendska Feyenoord. Tað var ein kensluborin dystur fyri José Mourinho, sum fór grátandi av gleðistárum av vøllinum, tá dysturin var liðugur.

 

Hetta er fyrstu ferð í 31 ár, at AS Roma er í eini finalu í Evropa. Hóast talan “bara” er um Europa Conference League, so heldur José Mourinho fyri, at tú arbeiðir og býr í Róm, so skilir tú eisini hví tað hevur so stóran týdning.

 

Hetta merkir eisini, at José Mourinho hevur veirð í eini finalu í Evropa við øllum feløgunum, sum hann hevur vant, síðani hann tók við í FC Porto fyrst í hesi øldini. Ein onnur kensluborin løta í dystinum var, tá stórskermurin á leikvøllinum vísti á Claudio Ranieri. Hann hevur verið venjari hjá bæði AS Roma, og vunnið Premier League við Leicester. Viðhaldsfólkini vístu honum eisini sína virðing.

 

Hollendska Feyenoord vann eitt sindur óvæntað samanlagt á franska Marseille. Feyenoord vann 3-2 í fyrra dystinum og tað endaði við málleysum javnleiki í gjár. Tí verða tað AS Roma og Feyenoord, sum møtast í finaluni, sum verður 25. mei í Tirana í Albania.

 

Mynd: (UEFA) José Mourinho var kensluborin, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð