Greiðari reglur fyri barnleysar føroyingar

Ein stórur spurningur, sum skal avgreiðast í hesum sambandið, er, um barnið skal hava rætt til at vita, hvør pápin er

Gongst eftir ætlan, fáa vit eina føroyska lóg um eftirgjørdan gitnað.

 

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum.

 

Løgtingið viðgerð í løtuni eitt uppskot um barnagjald til stakar uppihaldarar við tí endamáli at javnseta tey børnini við øll onnur børn.

 

Men orðaskiftið í Løgtinginum fór heilt úr spónalagnum, og skjótt fór tað mestsum bara at snúgva seg um eftirgjørdan gitnað og rættin hjá børnum til at vita, hvør pápin er.

 

Í hesum sambandi upplýsir Sirið Stenberg sigur, at arbeitt verður við at tilevna eina føroyska lóg um eftirgjørdan gitnað.

 

Hon sigur, at sum støðan er nú er eftirgjørdur gitnaður ein tænasta, føroyingar keypa frá øðrum. Men í slíkum førum eru børnini, sum koma til verðina sum eitt úrslit av eftirgjørdum gitnaði, og foreldur teirra, fevnt av lógini í tí landi, har eftirgjørdi gitnaður er framdur.

 

Í summum londum hava børnini, tá ið tey eru vaksin krav upp á at fáa at vita, hvør pápin er.

 

Men Sirið Stenberg sigur, at hetta er møguliga ein tænasta, vit skulu bjóða í Føroyum, og í tí sambandi er eisini neyðugt, at vit hava eina føroyska lóg um hesi viðurskifti.

 

Hon sigur, at ein stórur spurningur í hesum sambandi, er, um børn, sum eru eitt úrslit av eftirgjørdum gitnaði, skulu hava lógartryggjaðan rætt til at vita, hvør pápin er.

Men hon sigur eisini, at niðurstøða kann ikki gerast um øll tey viðurskifti, uttan at vit hava havt eina nágreiniliga viðgerð, ikki minst eina etiska viðgerð, har fakfólk lýsa støðuna út í æsir.

 

- Tað kann vera lætt at hava avgjørdar meiningar um hesi viðurskifti, men tað heldur Sirið Stenberg ikki, at tað ber til at hava, fyrrenn vit hava gjørt okkum stóran ómak at lýsa viðurskiftini.

 

- Hetta eru spurningar, sum hava avgerðandi týdning fyri einstaklingin, og tí má málið viðgerast ógvuliga neyvt.

 

Í hesum sambandi hugsar landsstýriskvinnan um, at hetta er ein spurningur, ætlaða etiska ráðið, hon ætlar at skipa, kann taka upp til viðgerar, og lýsa út í æsir.

 

Vit fara seinni í kvøld, og í morgin, at tríva í sumt av tí, nakrir løgtingslimir hava um hesi viðurskiftini

 

Les um eina løtu: Trist at tað ikki verður tikið í álvara.