Greiður sigur

Tá Kyndil setti ferðina upp, megnaði Tjaldur ikki at fylgja við, og so endaði alt við tryggum heimasigri

Kyndil-Tjaldur 34-23 (13-9)


Tað vóru fleiri tekin um, at alt framvegis ikki er komið rættuliga í snúningar, tá Kyndil sunnudagin setti skjøtul á nýggja kappingarárið.

Fyrst og fremst varð dysturin seinkaður, tí annar av settu dómarunum ikki var møttur, og meðan dysturin var leiktur, noyddust spælarar og venjarar at turka vøllin, tí eingi hjálparfólk vórðu sett til hetta.


Ferðin var á muni

Um dystin sjálvan er annars at siga, at Kyndil vann væntaða sigurin á Tjaldrinum, og hóast munurin ikki alla tíðina var stórur í tølum, so er einki ivamál, Kyndil var betra liðið.

Fyrstu løtuna leikaði javnt á, og Tjaldur megnaði eisini at leggja seg fram um mótstøðuliðið í einstøkum førum.

Seinastu løtuna av fyrra hálvleiki setti heimaliði tó leikferðina upp, og tá var skjótt greitt, at her fór eingin ivi at vera.

Serliga vóru tað Jónleif Sólsker og Bjarni Wardum, sum gjørdu sær dælt, tá tjaldursverjan ikki megnaði at fylgja kvika álopsspælinum, men eisini Høgni Klein var sjónskur, tá kontraálop vórðu sett í gongd.

Hinvegin riggaði alt ikki so væl hjá strikuspælarunum báðum, men einki er at ivast í, at hesin parturin fer at batna komandi mánaðirnar. Rúni og Janus Einar teljast í øllum førum millum fremstu strikuspælararnar í landinum, og so eingin orsøk er hjá Kyndli at óttast nakað í so máta.

Stórar broytingar hava ikki verið á liðnum í mun til undanfarin ár, og eftir fyrsta dystinum at døma, er liðið ikki viknað av, at Jacob Jónsson er skiftur út við Jónleif Sólsker á miðplássinum.

Ungu leikararnir eru nú allir eitt ár eldri, og ivaleyst vóna tey í Kyndli, at liðið í ár kann vinna seg longur upp enn fjórða plássið, sum talan varð um í fjør. Evnini eru í øllum førum til tað.


Verður torført

Hvussu tað fer at hylnast hjá Tjaldrinum í ár, er hinvegin kanska ein torførur spurningur.

Spælið sunnudagin var undir ongum umstøðum sannførandi, og bendir heldur á, at liðið fær trupult við at vinna seg úr botninum hetta kappingarárið.

Støðan er so avgjørt ikki batnað av allari órógvini, sum umgyrt liðið seinastu tíðina, og verður liðið ikki styrkt við leikarum aðra staðni frá, er einki at ivast í, at tilvera teirra í bestu deildini verður sera trupul.

Enn eru tó nógvir dystir eftir at spæla, so tað kann væl vera, at runavíkingarnir fara at gera øllum hesum spádómum fyri skommum.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

Kyndil: Bjarni Wardum 10, Jónleif Sólsker 9 (4), Uni Wardum 4, Regin Petersen 3, Høgni Klein 3, Hans Áki Dal-Christiansen 3, Rúni Poulsen 2

Tjaldur: Sverri Justinussen 7 (2), Mortan Hansen 7, Ragnar Olsen 4, Arngrímur Arngrímsson 4, Tummas R. Olsen 1


Brotskøst:

Kyndil 3, Tjaldur 2


Útvísingar:

Kyndil 4, Tjaldur 1


Dómarar úr H71

Kristian Martin Skála og Bogi Hendriksen