Í hesum sambandi heitir Ráðið Fyri Ferðslutrygd og politiið á ferðandi til gongu ella á súkklu um at nýta endurskin og øll koyrandi um at tryggja, at ljósini eru í lagi og verða brúkt.
Fyri at minna øll um ferðslutrygdina hevur Ráðið Fyri Ferðslutrygd lýsingaherferð um hesi viðurskifti í tíðarskeiðinum frá 9. oktober til 22. oktober. Somuleiðis ger politiið grein 13 kanningar um alt landið í tíðarskeiðinum frá 16. oktober til 29. oktober.