Greipan hongur nú í Hoyvík

Hondbóltur kvinnur: Hóast Kyndil var greitt omaná eftir fyrra hálvleik, so eydnaðist tað H71 at vinna triðju finaluna og harvið FM heitið

Tað er stórur fagnaður í H71 leguni í Hoyvíkshøllini. H71 kvinnurnar hava í kvøld tryggjað sær FM heitið og harvið bæði sigur í steypakappingini og FM kappingini. Hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at H71 kvinnurnar hava vunnið greipuna. Í fjør vann H71 FM, í fyrraárið vann H71 steypakappingina, og í kvøld tryggjaði H71 sær FM og greipuna. H71 hevur í hesum kappingarárinum vunnið allar landskappingardystirnar uttan ein. Tað var tíðliga í kappingarárinum, at tað ímóti Kyndli endaði javnt.

 

H71 vann fyrstu FM finaluna í Hoyvíkshøllini 34 – 25, og H71 vann aðru FM finaluna í høllini á Hálsi 32 – 27.

 

Í kvøld gekk tað heilt øðrvísi, enn tað gjørdi tvær tær fyrru ferðirnar, áðrenn tað var greitt, at H71 hevði vunnið triðju FM finaluna og harvið FM heitið. Kyndil var eftir fyrra hálvleik frammanfyri 15 – 12, eftir at Kyndil fimm minuttir undan steðginum var á odda 15 – 8.

 

Toppskjútti hjá H71 var Jana Mittún. Hon skoraði 10 mál – trý í fyrra hálvleiki og sjey eftir steðgin.

 

Hjá Kyndli vóru bestu málskjúttarnir Bjarta Osberg Johansen og Turið Arge Samuelsen, sum skoraðu sjey mál í part.

 

 

 

Dómaraseðilin

 

https://files.hsf.fo/matches/reports/Q5cPtD8JBqCdog5LPRT0.pdf

 

 

 

H71 – Kyndil 25 – 24 (12 – 15)

 

H71: Rúna Larsen, Alda av Skarði, Elsa Egholm 2, Brynhild Pálsdóttir, Vár B. Zachariasen, Maria Halsdóttir Weyhe 4, Karin Egholm, Marita Mortensen, Lukka Arge 5, Inga Maria Joensen, Sunniva Bogadóttir, Christina Arge 1, Sára Jacobsen 2, Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, Jana Mittún 10, Guðrið á Borg 1

 

Kyndil: Jovana Stranjanac, Bára Krossteig Hansen 4, Inga Maria Roysdóttir 1, Hanna Jakobsdóttir Dalsgarð, Bjarta Osberg Johansen 7, Bjørt Krossteig, Karinbeth Leonsdóttir Kjærbæk, Katrine Nielsen Enni, Sólja Bárðardóttir Poulsen, Gylta Djurhuus á Neystabø, Barbara Hammer 1, Brá Reginsdóttir, Lea Brockie, Nadja Pejovic 4, Turið Arge Samuelsen 7, Karina Debes Heinesen