- Tað verður um middagsleitið í morgin, at vit fara at taka avgerð um, hvørt vit fara at heita á dómaran um at leingja varðhaldsfongslingina av teimum báðum skuldsettu.
Tað sigur kanningarleiðarin hjá íslendsku løgregluni í málinum um deyðu Birnu Brjánsdóttur, sum annars verður jarðað fríggjadagin.
Varðhaldsfongslingin av teimum báðum skuldsettu gongur út í morgin, tí tá hava teir sitið avbyrgdir í varðhaldi í 14 dagar.
Grímur Grímsson sigur við visir.is í kvøld, at annar av monnunum hevur verið til avhoyringar aftur í dag, men framvegis hevur hvørgin játtað seg sekan í tí, sum hendi Birnu Brjánsdóttur.
Kanningarleiðarin sigur, at løgreglan framvegis ikki veit, hvar líkið av hini 20 ára gomlu er tveitt í havið. Líkið varð funnið í fjøruni við Selvogsvita - átta dagar eftir, at Birna Brjánsdóttur bleiv burtur.
Grímur Grímsson sigur, at løgreglan enn ikki hevur fingið endaliga úrslitið av líkskurðinum, men hann staðfestir enn einaferð, at løgreglan hevur fingið váttan um, at Birna Brjánsdóttur varð dripin.
- Vit halda okkum vita, hvussu gentan er dripin, men vit hava ongar almennar viðmerkingar hesum viðvíkjandi, sigur kanningarleiðarin, Grímur Grímsson.