Greta er ættað úr Leirvík. Foreldrini vóru Josefina og Elias Eliassen. Barnaheimið var á Toftanesi. Søgurnar og lagnurnar hjá mongum, sum settu búgv í Føroyum fyri hundrað árum síðani ella so, vóru ofta eyðkendar av sjúku og deyða, sum stóðust av sovornum, sum nú á døgum als ikki nýtist at vera orsøk til deyða. Familjan hjá Gretu er einki undantak í so máta.
Pápin doyði av lungnabruna, tá ið Greta var lítil smágenta. Josefina sat eftir við fimm børnum, og okkurt eldri fólkið var eisini í húsinum. Sjálvandi var tað stríggið, men tey komu undan.
Kristian Karl var elstur av børnunum. Hann búsettist í Runavík, men hann doyði longu sum 33 ára gamal av blindtarmsbruna. Jógvan Elias yvirtók barnaheimið á Tofta-nesi. Hansina og Lina giftust við útróðrarmonnum í Leirvík ? ávikavíst Ingvardi Joensen og Peturi á Regni.
Greta giftist í 1951 við Eliesari Hansen á Roykheyggi. Sum navnið sigur, so var hann av Roykheyggi. Tá ið Eliesar var átta ára gamalur, misti hann pápan, sum doyði av lungnabruna. Hann fór tá til Leirvíkar, har hann var hjá einari mostur, inntil hann var 16 ára gamal. Tá kom hann út aftur á Roykheyggj, og tað var har hann og Greta bygdu.
Eliesar var skipsmaður øll síni bestu ár. Hann sigldi eitt nú við Mjóvanesi, Høganesi og Vesturvík, og síðsta skipið, sum hann var við, áðrenn hann í 1980 legðist uppi, var Jógvan Norðri. Millum skipararnar, sum Eliesar sigldi við, vóru beiggin, Dia á Roykheyggi, og bróðursonurin Petur á Roykheyggi. Eliesar átti maskinbátin Roykheyggj, og í 1959 var hann saman við trimum øðrum í Holsteinsborg og róði út. Tá ið Eliesar gavst á sjónum, var hann 64 ára gamal. Hann doyði 12. apríl í 1995, og tá hevði hann í fleiri enn tíggju ár sitið á Ellisheiminum í Runavík.
Greta og Eliesar fingu tvær døtrar. Helena býr í Havnini, og Eyðhild býr dygst innanfyri Roykheygg.
Sum hjá flestu øðrum fiskimannakonum var luturin hjá Gretu at vera heima hjá børnunum. Eftir at flakavirkið Nykur var komið á Toftum, fóru fleiri av tilkomnu konunum á plássinum at arbeiða í fiski. Í mai í 1976 fór Greta at arbeiða á Nyki, og har var hon inntil í 1991. Henni dámdi sera væl at arbeiða á Nyki.
Hóast hon í dag fyllir 85 ár, so er Greta frísk og ferug. Hon hevur gott skil, og hon fylgir væl við. Alla sína tíð vóru Greta og Eliesar trúføst í salinum á Toftum. Greta kemur framvegis regluliga í salin. Eftir eitt langt lív gleðist hon í vónini um, at tað besta er fyri framman hjá øllum teimum, sum hava sett sítt álit á Harran Jesus.
Vit ynskja Gretu hjartaliga tillukku og heilsa henni og hennara á stóra degnum í dag.