Greta og Levi siga farvæl í Hirtshals

Eftir at hava búð og virkað út frá samkomuhúsinum Malta í Hirtshals í samfull 26 ár koma hjúnini Greta og Levi Joensen nú heimaftur til Føroya.

Greta og Levi komu niður til Danmarkar at búgva í 1984, eftir at húsið, sum nú eitur Malta, varð keypt. Og síðani tá hava regulig møti verið hildin har.

Umframt hetta hava mánaðarligar møtiferðir verið gjørdar av Malta suðureftir ? til Aalborg, Vejle, Esbjerg, ja, heilt niður til Sønderborg, ið liggur tætt við markið til Týsklands.

Tað er einki at ivast í, at tað verk, sum á hendan hátt er gjørt út frá Malta gjøgnum mong ár, hevur verið til ríka signing fyri mong.

Else og Poul Johan Djurhuus komu niður í síðstu viku og vera á Malta næstu mánaðirnar. Hvat so hendir víðari, er ikki avgjørt enn, skrivar heimasíðan hjá Kristnastovu í Keypmannahavn.

Mikukvøldið í hesi vikuni var serstøk farvælsamkoma fyri hjúnunum Joensen. Og so liggur kósin heim til Føroya.