Grimsby misti týdningarmikil stig í uppflytingarstríðnum

David Geza Turi og liðfelagarnir í Grimsby Town eru fýra stig frá týðandi sjeynda plássinum

David Geza Turi og liðfelagarnir í Grimsby Town vóru í kvøld fyri einum sera keðiligum tapi, ið merkir, at teir eru fýra stig frá týðandi sjeynda plássinum í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini, League Two, ið gevur rætt til at spæla dystir um uppflyting til League One.

 

Grimsby tapti á útivølli fyri liðnum, ið er á sjeynda plássinum. Chesterfield vann 2-1 á Grimsby. Fyrstu 34 minuttirnar skoraði heimaliðið tvær ferðir. Beint undan steðginum minkaði Jaze Kabia um munin, men nærri kom Grimsby ikki.

 

Geza spældi allan dystin, har hann fekk eitt gult kort. Hann fær karakterin 6,0 frá Soccerstand og karakterin 6,5 (av 10 møguligum) frá Sofascore. 

 

Chesterfield hevur 72 stig á sjeynda plássinum, meðan Grimsby hevur 68 stig á áttanda plássinum. Grimsby hevur tó spælt ein dyst færri enn Chesterfield.

 

Leygardagin klokkan 15 hevur Grimsby dyst á útivølli móti Gillingham.