Grind á Sandi: Seðlarnir koma út í morgin ári

Nú er eisini greitt, hvussu grindin verður býtt

Í dag hevur grind lagt beinini á Sandi og nú er eisini liðugt at merkja. Kristjan Martin Joensen, sýslumaður, sigur, at 102 hvalir eru merktir, og at seðlarnir koma út í morgin ári klokkan 6.30 – og tað verður á keiini á Sandi.

 

Hann sigur, at grindin verður býtt til tey í Sandoy, í Skúgvi og tey í Stóru Dímun.