Grindaboð í Haraldssundi

Grindin skal eftir ætlan rekast inn í Hvannasund

Fyri løtu síðani bleiv ein grind funnin í Haraldssundi. Talan er um eina lítla grind, og roknað verður við, at har eru um 20 til 30 hval.

Hetta váttar Jens Jensen, sum er sýslumaður í Eysturoyar og Norðoya sýslu, fyri in.fo nú.

Har eru í løtuni einir fýra bátar hjá grindini, sum er umleið ein kilometur norðan fyri smoltstøðina har. Fleiri bátar eru á veg.

Teir fara at royna at reka hana inn í Hvannasund, og roknað verður við, at tað fer at taka einar tríggjar til fýra tímar.

Hetta er sostatt fyrsta grindin í ár, og tað eru tí nokk fleiri, ið gleða seg til eitt kók ella tvey.