Fyri einari lítlari løtu síðani varð ein grind funnin á Oyndarfirði.
Talan er um eina lítla grind, og ein bátur er hjá henni beint nú, og fleiri eru á veg.
- Tá fleiri bátar koma til hana, verður støða tikin til, hvar hon verður rikin. Tað kann vera á Funningsfjørð ella á Fuglafjørð, sigur Jacob Vestergaard, sýslumaður, við in.fo.
Vit vita meira um grindina um eina løtu.