Grindadráp leggjast í enn tryggari legu

Sýslumenn kring landið hava tikið støðu til, hvussu farast skal fram, tá ið grind verður hildin til

Hvussu kann grindadrápið í Føroyum leggjast í eina enn tryggari legu enn tað er í dag.

Tað er ein spurningur, sýslumenninir kring landið hava viðgjørt tað mesta av hesum árinum.

 

Jaspur Vang sýslumaður í Suðuroy, sigur, at teir fýra sýslumenninir í Føroyum hava tosað í langa tíð um, hvussu grindarakstur og grindadráp kann leggjast í eina enn tryggari legu, enn tað er nú.

 

Hann sigur, at eftir hesar fundirnar er avgjørt, at tá ið grind verður hildin til, verður alt økið byrgt av sum eitt arbeiðspláss, har óviðkomandi onga atgongd hava.

 

- Vit hava gjørt av at merkja eitt ávíst økið rundan um sjálvt plássið, har grindin verður hildin til, sum arbeiðsøki, hetta fyri at fáa arbeiðsfrið at halda grindini til.

 

Sostatt eru tað bara myndugleikarnir og sjálvir grindamenninir, sum kunnu vera innanfyri byrgingina.

 

Harafturat hava vit gjørt av, at tá ið grind verður rikin, verður eitt økið á ein fjórðing rundan um grindina lýst sum grindaøkið, har óviðkomandi bátar og skip ikki mugu koma inn um.

 

Og í luftini er avgjørt at flogfør, tyrlur og annað flúgvandi, skulu minst vera 500 metrar upp.

 

Sýslumaðurin í Suðuroy sigur, at vera reglarnar brotnar, verður hetta eitt mál fyri løgregluna.

 

Hann sigur, at hetta er gjørt fyri at tryggja, at bara fólk, sum hava tilknýtið til sjálva grindina eru uppií.

 

- Tað er neyðugt at trygdin er ílagi, tí grindaknívur, mønustingari og krókur, eru vandamikil amboð, sum skulu handfarast við varsemi.

 

- Samstundis vera reglarnar settar í gildi fyri at verja hvalin og fyri at tryggja, at grind kann rekast og haldast til so trygt og pínuleyst sum gjørligt, sigur hann.