Grindadráp, siðvenja og lóg

Føroyingar hava etið grind so langt aftur sum vit vita um. At fara í grind hevur verið og er enn eitt arbeiði sum at kasta nót og halda snøri. Tað er tí natúrligt, at flestu fólk kenna tað ógvuliga ágangandi, tá felagsskapir sum Sea Shephard koma henda og gera seg inn á okkum. At teir nú i óðum verkum eisini við skjóttgangandi báti sínum sigla yvir grindina og saksa upp grindahvalirnar við skrúvuni, tað er teimum til lítlan sóma.

Líka til 1832 var  tað, sum hevði við grind og grindadráp at gera siðvenja.  Undan tað var ein tíð, tá tað í umleið 50 ár mestsum ikki kom nøkur grind.  Tá so grindirnar komu aftur, tá  høvdu menn ikki bert gloymt, at frá høvdinum skalt tú hvalin skera, men eisini aðrar grindasiðvenjur. Tað  var tí at myndugleikarnir vildu hava eina grindareglugerð.  Tað tók næstan 30 ár frá tí byrjað var upp á  grindareglugerðina til hon varð  lýst í 1832.

Í fyrstu uppritunum vóru revsingarnar ógvuliga harðar. Hetta komst av, at tá grind varð funnin vildi hvør sætta sær og sínum. Endamálið við grindareglugerðini var  tí fyrst og fremst at geva øllum lut í hesum havsins ríkidømi. Tí vóru revsingarnar í fyrstu uppskotunum ásettar at verða harðar,  eitt nú 100 ríkisdálar í bót fyri ikki at rópa grindaboð og 2 ár í bolt og jarn fyri at stjala hval. 

Grindareglugerðin  var  fyri føroyingar sjálvar.  Grindalógin er hinvegin partvíst lýst fyri at geva okkum eitt løgfrøðiligt amboð at taka okkum av teimum, sum vilja gera seg inn á okkara søguliga rætt at eta grind. Tað er tí av  allarstørsta týdningi, at okkurt ótilætlað í lógini ikki gevur, eitt nú  Sea Shephard møguleika at øsa stóran part av heiminum upp í móti okkum.   Tað tók 30 ár at fáa grindareglugerðina í lag, so tað ger einki, um vit fara afturum aftur og justera onkra meira óhepna grein í grindalógini, so vit ikki missa meira fyri minni.

Annars er tað ógvuliga skilagott at vit nú ikki bert hava eina grindareglugerð, men at alt tað sum hevur við grind at gera, nú eisini er lyft upp á eitt hægri løgfrøðiligt støði við eini  grindalóg.

Jóan Pauli Joensen

Vit,  skil og nýhugsan.

Valevni fyri Javnaðarflokkin