28 tingfólk atkvøddu fyri uppskotinum, og eingin atkvøddi ímóti.
Tað skrivar Grindamannafelagið í tíðindaskrivi.
Sambært felagnum merkir broytingin, at tað nú er endaliga staðfest, at tað eru grindalógin og grindakunngerðin, sum galda, tá grindaboð eru.
– Sostatt kunnu grindafólk nú aftur fara í grind, uttan at óttast at blíva ákærd fyri brot á djóravælferðarlógina, skrivar Grindamannafelagið.
Felagið vísir eisini á, at lógarbroytingin verður lýst ein av komandi døgunum, og at linari ásetingin sambært lógarteknisku reglunum verður brúkt í møguligum málum, sum longu liggja í skipanini.
Grindamannafelagið vónar tí, at ákærur móti grindafólki fyri brot á djóravælferðarlógina nú verða sleptar av ákæruvaldinum.












