Hendingin fór fram seinnapartin leygardagin nærindis einum matvøruhandil í býnum, Scottsbluff í vestara parti av Nebraska.
Tá løgreglan kom á staðið, sá hon ein pick-up við skotmerkjum frá einari høglbyrsu í fremru hurðini við síðuna av føraranum.
Og tað gjørdist skjótt greitt, at tað var ein hundur, sum var inni í bilinum, ið var orsøkin til, at skotið varð latið av.
Tá hundurin, sum hevði ligið á setrunum aftanfyri, hevði sloppið sær fram um, gekk ein lødd høglbyrsa av, sum lá framsetrinum.
Høglini raktu eina kvinnu í einum bili, síðan bíðaði eftir grønum ljósi við ein krossveg.
Kvinnan sat við rútinum niðri og alboganum út ígjøgnum vindeygað, tá skotið, sum hundurin læt av, rakti hana í yvirarmin.
Amerikanskir miðlar skriva, at kvinnan endaði á sjúkrahúsi til viðgerðar, og nú kannar løgreglan, hvussu ein hundur kundi lata skotið av.











