Grindamannafundur í Vestmanna

Grindamannafelagið skipar í vetur fyri upplýsandi fundum ymsastaðni í landinum. Upprunaliga var ætlanin, at hava fundirnar í ár í Norðuroyggjum, Eysturoy og Sandoy, og komandi ár í hinum grindaøkjunum.

Grindamannafelagið skipar í vetur fyri upplýsandi fundum ymsastaðni í landinum. Upprunaliga var ætlanin, at hava fundirnar í ár í Norðuroyggjum, Eysturoy og Sandoy, og komandi ár í hinum grindaøkjunum. Men felagið hevur víðkað fundarvirksemið í ár nakað. Mánakvøldið tann 31. januar verður grindamannafundur í Skúlaauluni í Vestmanna. Fundurin byrjar klokkan 20.00. Felagið hevur sett saman eina áhugaverda og fjølbroytta skrá, ið sær soleiðis út:

?Jústines Olsen, djóralækni, kunnar um tað at drepa grind

?Anna Maria Norby, landmátari frá Landsverkfrøðinginum, greiðir frá botnviðurskiftum á hvalvágunum vestanfyri

?Doreta Block greiðir frá grindakanningum og framhaldandi grinda-/hvalakanningum, og hvørjar ætlanir eru í ár

?Ivan Klein Olsen, sýslumaður, kunnar um ymiskt í hansara øki

?Regin Jespersen, sýslumaður í Vágum, greiðir frá úr sínum øki

?Finnbogi Joensen, grindaformaður í Vestmanna, greiðir frá ábótum á hvalvágna í Vestmanna

Fundirnir eru almennir. Øll eru vælkomin at lýða á og seta fram spurningar, og vónandi verður eitt gott orðaskiftið á fundinum, sum eisini kann birta upp undir eitt víðari prát úti í bygdunum aftaná. Eitt av endamálunum við hesum fundunum er at seta í gongd eitt lokalt prát um grind, seta ungar kreftir við, har teir/tey gomlu mugu geva frá sær. So ein áheitan á øll tey ungu: komið tit eisini við á fundirnar, tí vit eldru og gomlu vilja fegnir seta ungar kreftir við, læra tykkum upp, so tit eisini kunnu bera henda partin av mentan okkara víðari. Og so mugu vit ikki gloyma alt matvirðið, ið er í eini grind. Hesin matur skal í allar mátar handfarast soleiðis, sum tað sømir seg í einum framkomnum samfelagi.

Altso grindamannafundur í Vestmanna mánakvøldið 31. januar klokkan 20.00 í skúlahøllini í Vestmanna Skúla.