Grindaøkið í Syðrugøtu er ein fjórðing

Eins og í grindini í Hvannasundi herfyri, lýsir sýslumaðurin nú við, at grindaøkið í Syðrugøtu, har grind helst verður hildin til um eina løtu, er ein fjórðing.

Tað er boðað frá grind á Gøtuvík í morgun, og hildið verður, at talan er um einar 40 til 50 hvalir. 

 

Sambært løgregluni er grindin í løtuni stødd innan fyri aliringarnar á víkini.

 

Nú grindin helst verður hildin til í Syðrugøtu um eina løtu, lýsir sýslumaðurin við, hvussu stórt grindaøkið í Syðrugøtu er.

 

- Grindaøkið er ein fjórðing í allar ættir, og hetta fevnir eisini um loftrúmið yvir Syðrugøtu.

 

Tað sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini, sum sýslumaðurin hevur biðið borið boðini um grindaøkið í morgun.

 

Hetta merkir, sigur løgreglan, at eingin óviðkomandi eigur at koma inn á økið.

 

- Hvørki meðan grindin verður hildin til, og meðan arbeiðið við grindini fer fram, verður lagt aftrat.