Tey, sum leggja seg út í grindadráp í Føroyum við tí endamáli, at forða fyri tí, skulu revsast nógv harðari, enn tey gera nú.
Tað heldur Janus Rein, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin.
Partamaður hansara, Jacob Vestergaard, ferð nú at leggja uppskot um eina grindalóg fyri løgtingið. Eftir lógini skal tað verða lættari at handtaka fólk, sum gera seg inn á griundadráp og tað skal samstundis eisini verða lættari at leggja hald á útgerð og amboð, sum verða brúkt í hesum sambandi.
Men nú vil Janus Rein hava at vita frá landsstýrismanninum, um ætlanin ikki eisini er at herða revsingarnar munandi.
Janus Rein sigur, at eftir grindareglugerðini, kunnu tey, sum bróta reglugerðina, fáa í mesta lagi fýra ára fongsulsrevsing.
Men samstundis vórðu fólk frá Sea Shepherd handtikin fyri at royna at forða fyri einum grindadrápi á Sandi í fjør, og tey fingu 1000 krónur í bót.
- Tey høvdu sera vandamiklar bátar við sær. Talan var um bátar, sum hava tveystyrktar ella trístyrktar skrokkar. Teir eru serframleiddir í Fraklandi við einum einasta endamáli og tað er at gera seg inn á føroyskar grindabátar, sigur Janis Rein
- Hesir bátar forkomu einum stórum virði seinasta summar við at reka grind út aftur tvær ferðir, leggur hann afturat.
Og hann vísir eisini á, dómurin tey fingu, undraði mangan, tí tað er stórur munur á eini bót upp á 1.000 krónur og fýra mánaða fongsulsrevsing.
- Var bótin var munandi hægri, so at tað merktist á pengapunginum, høvdu hesi fólk, har nógv av teimum vóru lesandi, helst hugsað seg um meira enn eina ferð, áðrenn slíkt verður gjørt.
- Í USA, og øðrum londum, verða brot, sum eru gjørd við beráddum huga, revsað ógvuliga hart. Í statinum Ohio í USA er eitt fordømi um, hvussu fólk verða revsað, sum gera seg inn á tilfeingisrættin.
- Har mundi umhvørvisstríðsfólk, sum tey, ið koma til Føroyar at forða grindadrápi, forkomið reinsdjóraveiðuni.
Talan er annars um væl skipaða veiði, har hvør veiðimaður hevur eina kvotu, ummframt at teir gjalda eitt avgjald fyri at veiða.
- Umhvørvisfólk møttu upp í stórum tali, summar aftaná summar, larmaðu og garteraðu við grýtum og lokum fyri at ræða reinsdjórini burtur frá veiðimonnunum.
- Tá samtykti tingið í Ohio, at tann, sum breyt lógina við at gera seg inn á reinsdjóraveiðuna í statinum, fekk eina bót upp á 10.000 dollarar, og haraftrat 90 daga fongsulsrevsing, staðfestir Janus Rein.
Hann leggur afturat, at eftir tað varð at kalla friður av umhvørvisfólki.
Tí vil Janus Rein nú hava at vita undirritaði um ætlanin er at seta eitt minsta mark fyri, hvussu hvussu bótin skal vera fyri at órgógva grindadráp Sjálvur heldur hann, at bótin fyri at órógva grindadráp við vilja, skal vera 100.000 krónur, ella fongsulsrevsing.
Verður revsingin fyri at gera seg inn á grindadráp, munandi herd, av revsingini, hevði tað helst fingið fólk at hugsa seg um fleiri ferðir, áðrenn tey gjørdu slíkt, sigur Janus Rein.