Ummælarin hjá blaðnum sammetir plátuna "Plastnoist 21", við skotska bólkin Runrig, ið fær skotska hálendi fram í sínum tónleiki. Somuleiðis metir ummælarin, Niels R. Hansen, at Plastnoist megnar at geva lurtaranum kenslu av at stnda við eitt forberg, meðan Atlantshav ein illveðursdag vísir sínar tenn.
Ummælarin heldur tað vera torført at seta Plastnoist í bás, men honum dámar væl fleiri løg og Klein brøðurnar, bæði sum tónleikarar og hásu røddina hjá Karl Anton, sum hann sigur hóaskar til "det kantede sprog". Annars heldur hann roddina minna um Tom Wait eftir 40 sigarettir.
Guitarspælið heldur hann minna um Gary Moore, eftir at hann fann afttur til bluestónleikin, tó at Klein brøðurnir spæla skitnari og við meira sál. Eitt lag, instrumentalt, minnir ummælaran á Deep Purple í teimum góðu døgunum.
Hann metir fløguna Plastnoist 21 at vera eitt positivt upplivilsi og hann er glaður fyri, at bólkurin spælir tað ahnn hevur hug til, uttan mun til, hvat er uppi í tíðini, og at bólkurin spælir hetta sera væl.
So føroyski bólkurin hevur hugtikið ummælaran hjá danska blaðnum, ið sigur seg kalla tónleikin grindarock og tuflubles í positivari merking.