Fyrrapartin í gjár legði ein grind beinini á Leynasandi. Hon taldi 73 hval og 504 skinn, og varð býtt í báts- og drápspartar. Hetta gjørdu tey í Kvívík, har hvalirnar vórðu sleipaðir til og seinni skornir upp.
Á heimasíðuni hjá Kringvarpinum stendur, at tilsamans sjey grindir hava lagt beinini seinastu tveir mánaðirnar. Hesar hava talt tilsamans 747 hval og eru deyðar heima á Sandi, í Húsavík, Vestmanna, Havn, Klaksvík og Leynum.