Grønland: 15 nýggir smittutilburðir

Smitta er eisini staðfest bæði á Drotning Ingridar Hospitali og á Drotning Ingridar Heilsumiðstøð í Nuuk.

 

 

Síðan fríggjadagin, tá seinastu koronu-tølini í Grønlandi vórðu kunngjørd, eru tilsamans 15 nýggir koronu-tilburðir staðfestir í Grønlandi.

 

Tveir tilburðir eru staðfestir í Sisimiut og 13 í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk.

 

Sermitsiaq skrivar, at smittutølini í landinum hava verið veksandi seinastu tiðina.

 

Í viku 39 var samlaða smittuspjaðingin 50 fyri hvørjar 100.000 íbúgvar, og í viku 42 var talið 143 fyri hvørjar 100.000 íbúgvar - ella tríggjar ferðir so høgt.

 

- Millum tey 748 kannaðu í Sisimiut í viku 42, vóru 31 positiv, og hetta svarar til 4,1 prosent. Tað merkir, sigur grønlendska landslæknaembætið, at stór smittuspjaðing er í býnum.

 

Í seinastuni er koronu-smitta eisini staðfest bæði á Drotning Ingridar Hospitali og á Drotning Ingridar Heilsumiðstøð í Nuuk.