Fyri fyrstu ferð verður møguligt at nýta tað skjóta 5G-netverkið í Grønlandi.
Býirnir Sisimiut, Maniitsoq og Narsaq á vesturstrondini eru royndarbýir í hesum sambandi.
Tað er Tusass, grønlendska telefonfelagið, og svenska telesamskiftisfyritøkan Ericsson, sum í samstarvi standa fyri royndunum, eins og í Føroyum, her Føroya Tele eisini samstarvar við svensku Ericsson um 5G.
Tusass upplýsir í tíðindaskrivi, at tað frá 1. november verður gjørligt at nýta 5G-netsamband í teimum trimum grønlendsku býunum.
Ericsson er veitari av 4G sambandinum, sum tey higartil hava nýtt í mesta partinum av Grønlandi.
Sambært føroyska stjóranum í Tusass, Kristiani Reinert Davidsen, merkir 5G ógvuliga nógv fyri grønlendingar.
– Við 5G tøkni raka vit allar grønlendingar. Farsambandið er sera týdningarmikið í Arktis, og fyri mangar familjur og húsarhald í Grønlandi er tað einasti matin at samskifta uppá, sigur hann í tíðindakrivinum frá Ericsson.
Sambært Sermitsiaq.AG fara fleiri býir í Grønlandi at verða teir næstu, sum fáa atgongd til 5G – teirra millum Nuuk.
Í fyrstu syftu verður hetta boðið privatkundum. Tusass arbeiðir tó við eisini at veita loysnir fyri vinnukundar, upplýsir Kristian Reinert Davidsen fyri Ritzau.
5G er nýggjast ættarliðið av farneti og er tað internetsambandið, sum tú fært í gjøgnum farmastrarnar.
Netið er munandi skjótari enn 4G. Tú kanst eitt nú heinta ein HD-film upp á nøkur fá sekund.
5G gevur eisini atgongd til fleiri brúkarum samstundis samanborið við 4G.
Grønland er í nógv størri mun enn onnur lond bundið at netverkið gjøgnum farmastrar, sigur Kristian Reinert Davidsen.
– Í øðrum londum kunnu fipurkáplar gravast niður í jørðina, men tað er sera truplt og ikki fíggjarliga haldbært í Grønlandi.
– Tað mesta av Grønlandi verður tí tráðleyst 5G-land, sum merkir, at Tusass ikki skal leingja fipuroptiskar káplar út í hvørt hús í Grønlandi, sigur hann.
/ritzau/