Grønland og Føroyar fáa størri leiklut í Arktiska Ráðnum

Tað sigur Mette Frederiksen, forsætisráðharri, eftir ríkisfundin í dag.

Bárður Nielsen, løgmaður, Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, og Múte B. Egede, landsstýrisformaður, eftir ríkisfundin í dag. (Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

Tað verður tí skipað ein samstarvsnevnd við ráðharrum og embætisfólki úr londunum, har trygdar- og verjuøkið verður í miðdeplinum.

 

– Hetta skal síggjast í ljósinum av, at heimurin broytist, og Ríkisfelagsskapinum skal á tilsvarandi hátt broytast, sigur Mette Frederiksen, forsætisráðfrú við Ritzau tíðindastovuna.

 

##med2##

 

Hetta er fyrsti ríkisfundur, síðani nýtt landsstýrið varð skipað í Gørnlandi – sum á grønlendskum eitur Naalakkersuisut.

 

Avgerðin um at geva Føroyum og Grønlandi størri og virknari lut í ríkisfelagsskapinum fær Múte Bourup Egede, landsstýrisformann, at fegnast.

 

 ##med3##

 

– Eg eri fegin um, at vit fáa størri og meiri týðandi lut. Tað hevur leingi verið ynskið í Grønlandi, sigur Múte Bourup Egede.

 

Á ríkisfundinum vóru forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, Bárður Nielsen, løgmaður og Múte Bourup Egede, landsstýrisformaður.

 

Ríkisfundirnir millum stjórnarleiðararnar í ríkinum verða hilnir eina ferð um árið í Danmark, Grønlandi og Føroyum, og endamálið er at tosa um viðkomandi mál innan ríkisfelagsskapin.

 

/ritzau/

 

##med4##

 

 

 

Bárður Nielsen, løgmaður, Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, og Múte B. Egede, landsstýrisformaður, eftir ríkisfundin í dag. (Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)