Samanhangur kann vera millum tal av drápum og tal av valdsgerðum, eins og rúsdrekka hevur verið uppi í nógv flestu drápsmálunum. Myndina eigur Grønlands Politi, og hon er tilvildarlig.

Grønlands Politi arbeiðir við fleiri drápsmálum 

Í fjør arbeiddi løgreglan í Grønlandi við átta drápsmálum, og higartil í ár eru fýra mál komin aftrat.

 

Samanhangur kann vera millum tal av drápum og tal av valdsgerðum, eins og rúsdrekka hevur verið uppi í nógv flestu drápsmálunum. Myndina eigur Grønlands Politi, og hon er tilvildarlig.

Higartil í ár hava fýra drápsmál verið í Grønlandi, ávikavist í Nuuk, Qaqortoq og Sisimiut, og hjá Grønlands Politi ásanna tey, at hesi mál fara avstað við bæði tíð og orku. Avleiðingin er, at onnur mál fáa eina lægri raðfesting hjá løgregluni. 

31. januar varð ein 82 ára gomul kvinna dripin í Nuuk. Ein 30 ára gamal maður varð handtikin, men varð leyslatin aftur, tí løgregluni vantaði prógv. 10. februar handtekur løgreglan tvey fólk við ein trolara í havnini í Nuuk. 

Hin eini verður avhoyrdur og leyslatin, meðan ein 20 ára gamal maður verður grundlógaravhoyrdur og varðhaldsfongslaður, skuldsettur fyri dráp, eldáseting og ósømiligan atburð við líki. Ungi maðurin noktar seg sekan. 

4. februar verður ein 53 ára gamal maður dripin í Qaqortoq, og hin 10. februar verður ein 34 ára gamal maður grundlógaravhoyrdur, skuldsettur fyri dráp í málinum og varðhaldsfongslaður.

8. februar verður ein 55 ára gomul kvinna stungin við knívi í Sisimiut. Tveir tímar seinni verður ein 25 ára gomul kvinna handtikin, grundlógaravhoyrd og skuldsett fyri dráp.

Longu dagin eftir - hin 9. februar - tekur rætturin støðu til at afturhalda einum 35 ára gomlum manni, sum sjálvur hevur vent sær til løgregluna og sigur, at hann hevur framt eitt dráp. Grønlands Politi kannar nú, um talan kann vera um eina kvinnu úr Qaqortoq, sum sporleyst hvarv í november í 2021.

 

##med2##

Fútin í Grønlandi, Bjørn Tegner Bay, heldur, at hóast øll hesi drápsmál, er tað ov tíðliga enn at tosa um eina keðiliga gongd. Miðal fyri tal av drápum í Grønlandi seinastu 10 árini liggur um fimm um árið.

- Tað er sjálvand eitt alt ov stórt tal í einum nútímans samfelag, heldur hann.

Í 2022 hevði Grønlands Politi heili átta drápsmál.

Bjørn Tegner Bay leggur dent á, at einki í kanningararbeiðnum hjá løgregluni higartil bendir á, at seinastu drápini í Grønlandi hava nakað við hvørt annað at gera. Hann heldur, at samanhangur hinvegin kann vera millum talið av drápum og talið av valdsgerðum í Grønlandi, eins og rúsdrekka hevur verið uppi í nógv flestu drápsmálunum. 

Meira um hetta kann lesast á www.sermitsiaq.ag.

 

 

 

Samanhangur kann vera millum tal av drápum og tal av valdsgerðum, eins og rúsdrekka hevur verið uppi í nógv flestu drápsmálunum. Myndina eigur Grønlands Politi, og hon er tilvildarlig.

Bjørn Tegner Bay, fúti.