Gjáramorgunin fekk Grønlands Politi eina fráboðan um møguligt dráp í grønlendsku bygdini, Kangaamiut, norðan fyri Maniitsoq.
Í tíðindaskrivi, sum Sermitsiaq endurgevur, sigur løgreglan, at talan er um ein 49 ára gamlan mann, sum varð funnin lívleysur á einari adressu í bygdini.
Løgreglan sigur, at málið verður kannað sum illgrunasamt deyðsfall, og løgreglan er í Kangaamiut og kannar málið.
Grønlands Politi heitir á fólk í økinum, sum kunnu hava hoyrt ella sæð okkurt, sum kann hava samband við málið, um at venda sær til løgregluna, sum er í bygdini.
- Við atliti til kanningararbeiðið kunnu vit ikki siga meira um málið í løtuni, leggur løgreglan aftrat.
Vit kunnu leggja aftrat, at 293 fólk búðu í Kangaamiut í 2020, og bygdin liggur umleið 50 kilometrar norðan fyri Maniitsoq.
##med2##