Liljan Weihe: Havi absolutt onga viðmerking

Tingkvinnan hjá Tjóðveldi, sum feldi Ingilín D. Strøm, vil ikki svara, hvussu hon fer at atkvøða, um misálit verður reist á Jóhan Christiansen

Tingkvinnan, sum feldi Ingilín Didriksen Strøm úr Javnaðarflokkinum sum landsstýriskvinnu, vil ikki siga, hvussu hon fer at atkvøða, um Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum fer at leggja misálitisuppskot á Jóhan Christian, landsstýrismann í fiskivinnumálum.

 

Jacob Vestergaard tvíheldur framvegis um, at ávaringarnar frá ICES um skerjingar komu tíðliga í september.

 

Í Kringvarpinum fyrr í dag sipaði hann til teldupost-samskifti 10 dagar, áðrenn formliga ávaringin frá ICES kom.

 

Hann segði, at tað var gott, at løgmaður hevði givið honum eitt nefs.

 

– Tað rættar upp, men tað er framvegis ein grundleggjandi feilur, sigur Jacob Vestergaard.

 

Hann hevur enn ikki tikið støðu til, hvat hann fer at gera, men tingfundur er í morgin klokkan 11.

 

Tá Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins, Beinir Johannesen, formaður Fólkafloksins, og Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, tann 24. oktober í fjør løgdu fram uppskot um misálitisváttan á Ingilín Didriksen Strøm, var tað samtykt. Orsøkin til tess var, at hóast flokkarnir í samgonguni høvdu tikið støðu til at fella uppskotið, so boðaðu Liljan Weihe og Erling Eidesgaard úr Tjóðveldi frá, at tey fóru at atkvøðu fyri uppskotinum. Tí hevði uppskotið meiriluta. Tá trekti Ingilín Didriksen Strøm seg sum landsstýriskvinna.

 

27. februar loysti løgmaður Dennis Holm úr starvi sum landsstýrismaður. Tað var eftir at landsstýrismálanevndin var komin til ta niðurstøðu, at hann ikki hevði heimild at broyta kunngerðina um svartkjaftakvotu.

 

– Ta niðurstøðuna taki eg til eftirtektar. Fyri at tryggja politiskan arbeiðsfrið eru vit komnir ásamt um, at best er at landsstýrismaðurin leggur frá sær, segði Aksel V. Johannesen tá.

 

Tí gjørdist tað ikki aktuelt hjá andstøðuni at leggja fram misálitisuppskot á landsstýrismannin.

 

Málið um Jóhan Christiansen er soleiðis annað málið um landsstýrismann og møguligt misálitisuppskot, síðani Inginlín Didriksen Strøm mátti leggja frá sær.

 

Erling Eidesgaard er ikki tingmaður meira, og Liljan Weihe vil ikki siga, hvørja støðu hon hevur í málinum.

 

Tingfundur er í morgin klokkan 11. Tá fæst helst at vita, um Jacob Vestergaard ger álvara av hóttanini.