Ung og gransking hægstu raðfesting á donsku fíggjarlógini 

Í uppskotinum til fíggjarlógina fyri 2026 hevur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin, gjørt avtalu við donsku stjórnina fyri 30 milliónir krónur. Dentur verður lagdur á gransking og at samansjóða ungdómin í Ríkisfelagsskapinum.

Í semjuni eru heili 20,5 mió. kr. settar av til at menna Sjómaq-verkætlanina, sum hevur til endamáls at samansjóða ungdómin í Ríkisfelagsskapinum. Harumframt verður stuðulin til háskúlauppihald í Ríkisfelagsskapinum uppraðfestur við 1,8 mió. kr. 

 

“Tað hevur stóran týdning at basa fordómum millum londini í Ríkisfelagsskapinum. Ríkisfelagsskapurin krevur samanspæl, og kunnleiki landanna millum er eitt stig á leiðini”, sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna. 

 

Spenta geopolitiska støðan, og veðurlagsbroytingar kenna ikki landamørk. Tískil er tað gleðiligt, at játtanin til gransking í uttanríkis- trygdar- og verjupolitikki, og havgransking verða løgd í eina trygga legu fram til 2029.

 

Tilsamans eru 7,7 mió. kr. avsettar til gransking í semjuni.

 

“Eg eri fegin um, at tær verkætlanir, eg havi fingið pening til vega hesi seinastu árini, eru komnar í eina fasta legu. Serliga tá hugsað verður um, at hetta er seinasta fíggjarlógin hjá hesi stjórnini”, sigur Anna Falkenberg.

 

Afturat játtanini er avtalað at kanna, um ríkisstovnarnir í Føroyum eisini kunnu flagga við Merkinum á almennum flaggdøgum saman við Dannebrog.

 

Tær 30 mió. kr., sum Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur gjørt semju um, eru býttar soleiðis: 

 

  • 20,5 mió. kr. til menning  av Sjómaq-verkætlanini 
  • 6,3 mió. kr. til havgransking  
  • 1,4 mió. kr. til gransking í uttanríkis-, trygdar- og verjugransking 
  • 1,8 mió. kr. til uppraðfesting av stuðuli til háskúlauppihald í ríkisfelagsskapinum