Hon er heiðrað fyri eina røðu, hon helt á grønlendskum í Fólkatingssalinum í mai undir einum orðaskifti um ríkisfelagsskapin.
Tað upplýsir sjálvsognarstovnurin Danske Taler í tíðindaskrivi. Stovnurin, sum rekur eitt røðusavn og tann vegin ger søguligar røðu alment atkomuligar, letur virðislønina á hvørjum ári.
Frá dómsnevndini verður sagt millum annað, at røðan setti ítøkilig spor, tá hon seinni førdi til, at tað nú eru betri møguleikar fyri at tosa grønlenskt og føroyskt at Fólkatingsins røðarapalli.
/ritzau/