Kyndil vann seg víðari úr bólkaspælinum hjá bæði kvinnum og monnum, og í kvøld eru hálvfinalur á skránni.
Klokkan 17 er kvinnudysturin á skránni, og her er mótstøðuliðið VB, sum vann sín bólk framman fyri Neistanum. VB hevur sveiggjað nakað í avrikunum í ár, men á einum góðum degi kunnu tær vinna á øllum, so alt bendir á eina javna og spennandi uppgerð.
Tað ger tað eisini hjá monnum, har hálvfinalan stendur millum Kyndil og VÍF. VÍF er oddalið í landskappingini, og teir tykjast greitt sterkasta liðið í ár. Tó so, so eru nakrir dystir taptir, og í eini hálvfinalu og arvafíggindauppgerð er einki sum helst avgjørt, fyrr enn seinasta bríkslið hevur ljóðað.
Mansdysturin á Hálsi byrjar klokkan 18.30. Rás2 fer at siga frá teimum báðum hálvfinalunum.