Gróvu kaðal millum Húsavík og Dal

Hann hevur fingist við timbur burturav, men hevur nú saman við beiggja sínum eisini keypt sær smáar gravmaskinur.

Eftir at hava verið virkin sum sjálvstøðugur timburmaður í nógv ár, hava Jákup Martin Sørensen og beiggi hansara, Kári, eisini keypt sær tvær smáar maskinur til grevstur.

 

Síðan hann gjørdist útbúgvin sum timburmaður í 1992 og seinni fór at arbeiða sum sjálvstøðugur, hevur hann ongantíð verið arbeiðsleysur. Hann hevur øll árini havt nóg mikið at gera.

 

Umframt arbeiði sum timburmeistari, hevur húsvíkingurin eisini eitt samstarv við H-Dygd, har hann monterar vindeygu og hurðar fyri fyritøkuna í Vágum, og tá kunnu uppgávurnar vera ymsastaðni kring landið.

 

Fyri eini tíð síðan fóru Jákup Martin og bróðir hansara, Kári, eisini í holt við grevstur. Teir hava ein ungan og raskan mann at arbeiða fyri seg, og hetta hevur riggað væl.

 

- Eitt nú hava vit grivið ein kaðal fyri Føroya Tele teir fimm kilometrarnar úr Húsavík til Dals og hetta arbeiði, sum byrjaði í november í fjør, varð liðugt sambært sáttmálanum millum partarnar 1. juni í ár, sigur Jákup Martin Sørensen.

 

Vikublaðið, sum verður borið í hvørt hús í landinum mánadagin, hevur hesaferð vitjað í Sandoynni.