Rætturin í Aalborg: Annar fongslaður - hin leyslatin

Ákærin hevur kært leyslatingina av øðrum skuldsetta. Sambært donskum miðlum nokta báðir sekar í at hava beint fyri 22 ára gomlu, Miu Skadhauge Stevn, sum hvarv í Aalborg seinasta sunnumorgun.

Tveir menn eru skuldsettir fyri at hava beint fyri 22 ára gomlu, Miu Skadhauge Stevn.

Í dag hevur grundlógaravhoyring verið í rættinum í Aalborg, har tveir 36 ára gamlir menn, sum danska løgreglan handtók í gjár, eru avhoyrdir. Løgreglan hevur skuldsett báðar menninar fyri at hava beint fyri 22 ára gomlu, Miu Skadhauge Stevn, sum hvarv í Aalborg tíðliga sunnumorgunin hin 6. februar.

 

Hon hevði verið í Jomfru Ane Gade í Aalborg saman við einari vinkonu til langt út á náttina.

 

Vakmyndatól vísa, at Mia Skadhauge Stevn fer inn í ein myrkan bil klokkan 06.09, og síðan hevur eingin sæð hana aftur.  Men, løgreglan heldur, at tey hava funnið bilin, sum hald er lagt á, og hetta er ein partur av grundarlagnum fyri handtøkunum av monnunum.

 

Grundlógaravhoyringin í dag var fyri afturlatnum hurðum, men úrslitið av fundinum er greitt. Tað er, at dómarin gjørdi av, at annar maðurin verður varðhaldsfongslaður í fyribils fýra vikur, meðan hin er leyslatin. Skuldsetingin hjá løgregluni um dráp stendur tó við - eisini móti tí leyslatna.

 

Ákærin í rættinum í Aalborg, Mette Bendix, hevur kært leyslatingina til landsrættin. Menninir eru vinmenn, og sambært donskum miðlum í dag nokta teir seg báðir sekar. Løgreglan heldur upp á, at teir hava verið saman um at beina fyri Miu Skadhauge Stevn.

 

Løgreglan, sum enn ikki hevur funnið ungu gentuna, stúrir fyri, at gentan er dripin onkustaðni í Norðurjútlandi í døgunum millum 6. februar klokkan 06.09 til hin 9. februar klokkan 11.20, tá menninir báðir verða handtiknir samstundis á hvør sínari adressu.

 

Sambært donskum miðlum vardi grundlógaravhoyringin í dag í meira enn fýra tímar.

 

Við tað, at rættarfundurin var fyri afturlatnum hurðum, er ógreitt, um teir báðir skuldsettu eru komnir við nakrari frágreiðing, og danskir miðlar vita heldur ikki, hvat ákærin hevur ført fram í rættinum.

 

Løgreglan hevur gjørt tekniskar kanningar á fleiri adressum, sum teir báðir 36 ára gomlu hava atgongd til, og hald er eisini lagt á bilar. Í morgun segði danska løgreglan, at 22 ára gamla, Mia Skadhauge Stevn, skal finnast.

 

 

 

 

 

Tveir menn eru skuldsettir fyri at hava beint fyri 22 ára gomlu, Miu Skadhauge Stevn.