Søgu og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya bjóðar nú út grundskeið í løgfrøði. Skeiðið er skipað sum 56 tímar við tveimum dupulttímum um vikuna. Fýra lógkøn koma at undirvísa, og eru tey Birta Biskopstøð, Jonhard Klettheggj, Jógvan Elias Winther Poulsen og Kári á Rógvi, og eru tað eisini tey, ið hava riggað nýggja skeiðið til.
Sagt verður í tíðindaskrivi, at lóg er longu partur av nógvum ymsum útbúgvingum. Frálæra um lógarspurningar er partur av flestu fakútbúgvingum, og Náttúruvísindaliga deildin á setrinum hevur nýliga havt lógkunnleika sum part av útbúgving innan oljuverkfrøði.
Hetta er ein roynd at gera eitt alment grundskeið innan lóg, sum skal kunna góðkennast sum partur av ymsum grundútbúgvingum. Fakið er harumframt eisini ætlað teimum, sum í arbeiði ella av áhuga vilja hava ein kunnleika til lóg og juridiskan framferðarhátt. Skeiðið skuldi verið áhugavert hjá fólki í fyristingini, í miðlunum, í politikki í vinnu ella øðrum høpi, har ein kunnleiki til lógir er ein fyrimunur.
Dentur verður lagdur á, at skeiðið er fyri fólk, ið ikki eru lógkøn. Tey lesandi skulu læra at finna og lesa føroyska lóg. Harumframt skal skeiðið geva teimum eina almenna fatan av lóg, umframt innlit í nøkur ávís rættarøki.
Fyri at kunna vera við krevst ein miðnámsútbúgving, hægri útbúgving ella viðkomandi royndir.
Skeiðið verður skipað soleiðis, at tey lesandi fáa ígjøgnum dømi í lógum, kunngerðum, dómum og øðrum eina fatan av háttalagnum hjá lógkønum. Venjingar verða eisini, har tey lesandi sjálvi sleppa at finna lógir í bókum, teldum og hjá stovnum. Hesir 56 tímarnir eru skipaðir í tveir høvuðspartar. Í almenna partinum læra tey lesandi, hvussu lógkøn skipa, finna, tulka, meta saman, smíða og royna lóg. Í serliga partinum fáa tey lesandi innlit í stjórnarlóg, fyrisitingarlóg, altjóðalóg, umframt onnur evni.
Tey, ið eru við, skulu skriva tvær uppgávur, sum tey síðani fáa høvi at leggja fram. Tann betra telur 1/3 av próvtalinum. Skrivlig próvtøka telur 2/3 av próvtalinum.
Freistin at tekna seg til skeiðið var tó úti í gjár 6. februar.