Flestu føroyingar munnu kenna Eivør Pálsdóttir, Lenu Andersen og Mariu Guttesen. Tríggjar sera dugnaligar songkvinnur, sum hava verið líka nógv virknar uttanlands sum í Føroyum seinastu mongu árini.
Hinvegin eru Guðrið Hansen og Jensina Olsen ikki eins kend nøvn, men tær eru eisini tvær frálíka góðar songkvinnur, sum serliga hava gjørt vart við seg til live-framførslur ymstaðni í fjør.
Tað eru í øllum førum hesar fimm kvinnurnar, sum eru í uppskoti til at vinna Planet-virðislønina sum besta songkvinna.
Eivør Pálsdóttir hevði í 2006 sítt helst besta ár nakrantíð, og hóast røddini var strongd móti endanum av árinum, og Eivør nú tekur tað meira róligt eina tíð, er einki at ivast í, at hon er eitt av sterkastu vápnunum hjá føroyskum tónleiki uttanlands.
Eivør vann júst hesa Planetina í fjør, og hon má metast at verða favorittur til at endurtaka bragdið í ár – og so er bert at vóna, at hon kann verða til staðar hesaferð, skuldi hon vunnið.
Maria Guttesen hevur í nógv ár búð í Danmark, har hon hevur verið virkin í ymsum samanhangum innan tónleik. Hon hevur skrivað, spælt, sungið og givið tónleik út, og í 2006 kundi hon eisini upplivast á palli í Føroyum.
Lena Andersen hevur í fleiri ár stremba eftir stóra dreyminum um eina veruliga yrkisleið innan tónleikin uttanlands, og í kjalarvørrinum av hesum liggur nógvur framúr góður popptónleikur.
Guðrið Hansen er sangari í bólkinum Isadora and The Rebels, og hon er eitt spennandi nýtt navn í føroyskum tónleiki. Jensina Olsen er nøkur ár eldri enn Guðrið, men hon gjørdi í fjør vart við seg á Singer/songwriter kvøldunum á Hafnia Lounge, og hon vann hesa kapping.
Besta songkvinna
Eivørpla bk 1
Guðrið Hansenpla bk 2
Lenapla bk 3
Maria Guttesenpla bk 4
Jensina Olsenpla bk 5
Send til tlf. nr. 1930