Guðrið Poulsen í Dugna á Hjalla

Í dag læt framsýning upp í matstovuni á Dugna á Hjalla. Hetta er ein framsýning, sum kallast Litttle boxes, og tað eru nýggjastu leirlistaverkini hjá Guðrið Poulsen, sum vera sýnd fram.

Guðrið er fødd í Havn, er 51 ára gomul og hevur hin 1. oktober í ár haft verkstaðið Leirlist í Varðagøtu 1 í 25 ár.

Verkini á hesi framsýning eru byggilistarligar hugleiðingar og snúgva seg um rúm, lutføll, kropp og keramikk.

- Møguleiki er at síggja framsýningina allar gerandisdagar millum klokkan 11.30 og 16 til og við hin 5 oktober, sigur Dugni í tíðindaskrivi.