Guðrið Hansdóttir ger alt meira vart við seg uttanlands. Seinastu mánaðirnar hevur hon búð í Íslandi, har hon hevur gingið á tónleikaskúla, og hon hevur samstundis roynt at vunnið fram sum tónleikari – og tað hevur gingið sera væl.
- Eg havi havt nógv fleiri framførslur, enn eg hevði roknað við frammanundan, sigur Guðrið.
Hon hevur spælt á nógvum spælistøðum í Íslandi, hennara tónleikur hevur eisini verið at hoyra í útvarpi, og Morgunblaðið hevur givið hennara seinastu fløgu sera gott viðmæli.
Á ferð
Komandi mánaðin fer Guðrið at ferðast við sínum tónleiki í Europa. Hon hevur samstarv við týska plátufelagið Beste!Unterhaltung, sum hevur givið hennara fløgu út í Týsklandi, Sveis, Benelux og Finnlandi. Hetta samstarv hevur nú við sær, at Guðrið fer at spæla ymsastaðni í Týsklandi, Sveis og Finnlandi komandi tíðina.
Fyrsta konsertin var í Munchen mikukvøldið, og Guðrið skal eisini spæla í Nurnberg, Weimar, Bayreuth og Gunzenhausen. Síðst í hesum mánðinum spælir hon nakrar konsertir í Sveis, og síðani gongur leiðin til Finnlands at hava sjey framførslur.
Eftir hesa konsertferð fer Guðrið aftur til Íslands, har hon skal í upptøkuhølini at arbeiða við sínari fjórðu útgávu, ið ætlandi skal koma út í vetur.