John Johannessen,løgtingsmaður
www.john.fo
------
Júst í gjár var fimm ára dagurin fyri, at amerikanska stjórnin flutti fyrstu fangarnar í Guantanamo fangaleguna á Cuba. Hetta høvið hava mannarættindafelagsskapir kring heimin nýtt til at mótmæla ímóti fangaleguni, brotum á Geneve sáttmálan um krígsfangar, ágangi ímóti mannarættindunum og ágangi ímóti fólkarættinum.
Sambært Amnesty International eru 775 fangar hildnir aftur á Guantanamo síðani 2002, og í løtuni sita 430 fangar úr 35 ymiskum londum í fangaleguni uttan ákæru ella dóm. Fangarnir verða illa viðfarnir og beinleiðis píndir.
Evroparáðið, Amnesty International og onnur hava lagt fram prógv fyri, at amerikanska stjórnin hevur líknandi loynilig fongsul eystaru megin Atlantshav og at loyniligur loftvegis fangaflutningur fer fram til hesi fongsul, har fangarnir verða viðfarnir í stríði við altjóða reglur.
Uttanlandsnevndin uppií
Hendan sama fimm ára dagin hjá Guantanamo fangaleguni viðger uttanlandsnevnd løgtingsins árligu umbønina frá amerikanska hervaldinum, um at fáa loyvi til at nýta føroyskt loftrúm til alt slag av hernaðarligari flogferðslu í 2007 í sambandi við stríðið í Irak og í sambandi við “War on Terrorism”.
Eins og í sambandi við sama mál í fjør er tað mín avgjørda hugsan, at Føroyar í svari sínum eiga at gera vart við, at vit á ongan hátt góðtaka loyniligan flutning av fangum gjøgnum føroyskt loftrúm við pínslu sum endamáli. Harnæst eigur landsstýrið at heita á donsku stjórnina, um at fáa kannað og staðfest, hvørt loftrúmið yvir Føroyum verður brúkt til ólógligan flutning av fangum.
Av tí, at altjóða samfelagið bæði er við í uppbyggingini av Irak og í altjóða stríðnum ímóti yvirgangi, eiga vit kortini ikki at sýta fyri at geva loyvi til hernaðarliga flúgving, ið uppfyllir hesi altjóða endamál. Í 2002 vildi Javnaðarflokkurin ikki geva sítt samtykki orsakað av, at ST ikki hevði góðkent álop á Irak. Í dag er støðan ein onnur, nú talan er um uppafturbygging av Irak, sum altjóða samfelagið er við í. Tískil eiga føroyskir myndugleikar ikki at seta seg ímóti, at flogið verður gjøgnum føroyskt loftrúm fyri at hjálpa irakska fólkinum.
Mugu brúka Fámjinsskjalið
Umframt Mannarættindasáttmálan, Geneve sáttmálan, fólkarættin og vanliga virðing fyri mannaættini, so snýr hetta málið seg eisini um virðing fyri politiskum avtalum, ið vit sjálvi hava vunnið okkum. Tann 29. januar 2005 skrivaðu løgmaður og danski uttanríkisráðharrin undir sonevnda Fámjinsskjalið, sum er felagslýsing, ið millum annað fevnir um at víðka luttøku og ávirkan Føroya á uttanríkis- og trygdarpolitisk mál. Í felagslýsingini eru hesi mál lýst soleiðis:
I forvaltningen af udenrigs- og sikkerhedspolitiske spørgsmål af betydning for Færøerne er det naturligt, at Færøerne medinddrages og har medindflydelse.
Der er tale om ægte medinddragelse og medindflydelse med sigte på ligeværdighed i alle spørgsmål hvor Danmark og Færøerne i fællesskab er inddraget.
Á fundi við uttanlandsnevndina 30. mars 2005 nágreinaðu danski uttanríkisráðharrin, Per Stig Møller, og løgmaður avtaluna um “ægte medinddragelse og medindflydelse”. Hetta vóru orð, sum skuldu takast í størsta álvara, varð sagt samstundis sum dentur varð lagdur á, at uttanlandsnevndin eisini átti at kenna sína ábyrgd at uppfylla hetta endamál.
Havandi í huga, at loyniligur flutningur av fangum helst fer fram í føroyskum loftrúmi, kenni eg tað sum mína skyldu sum lim í uttanlandsnevndini at taka orðini um “ægte medinddragelse og medindflydelse” í størsta álvara, og tí er mítt tilmæli fylgjandi:
At løgmaður tekur stig til at krevja eina ítøkiliga frágreiðing um møguligan flutning av fangum í føroyskum loftrúmi.
At løgmaður í svari sínum til umbønina frá USA sendir ein greiðan politiskan boðskap um, at Føroyar ynskja at virða bæði mannarættindini og fólkarættin, og at vit tískil ikki góðtaka, at føroyskt loftrúm verður nýtt sum liður í ólógligari pínslu av fangum.
Hóast tað eftir øllum at døma ikki er hugur í uttanlandsnevndini at taka heimildir okkara í álvara og viðgera hetta álvarsmál ítøkiliga, er tað mín inniliga vón, at løgmaður kortini ger tað.