Gud er komin úr kuldanum

- Átrúnaður fær størri og størri undirtøku kring allan heim, tí fólkið vil aftur til røturnar. Fólk hava brúk fyri onkrum at halda um. Í 20. øld vóru tað tær politisku hugsjónirnar, men hesar hvurvu í stóran mun, tá ið múrurin fall, og átrúnaðurin fyllir nú hetta tómrúmið. Hetta sigur danski politikarin Naser Khader, sum heldur lítið um mongu politikararnar, sum beinleiðis gera sær dælt av átrúnarligu vekingini.

Var hetta enn ein fjølmiðlahending, sum fólkakæri politikarin á bonaðu gólvunum á Christiansborg sjálvur var upphavið til?
Fleiri fólkatingslimir høvdu hug at smílast, tá teir hoyrdu, at Naser Khader fyri góðum hálvum øðrum ári síðan hevði fingið sær eina tatovering. Á arabiskum stóð nú demokrati á yvirarminum á radikala politikaranum.
Naser Khader legði einki í, um hansara samstarvsfelagir smíltust. Tað kom ikki óvart á hann. Teir vóru jú føddir við tí – demokratiinum.
Tað var hann ikki. Hann er føddur í Sýria. Har var hvørki demokrati ella skrivi- og talufrælsi. Pápanum dámdi væl at gera gjøldur burtur úr einaræðisstjórnini. Tí gav hann soninum, Naser, greið boð, áðrenn hann fór skúla, at hann mátti ikki endurtaka tað, sum varð sagt heima við hús, tí í flokkinum hjá Naser vóru fleiri næmingar, har foreldrini vóru partar av trygdartænastuni hjá einaræðisharranum, Hafez Assad.
Lívsverkið hjá Naser Khader er at stríðast móti ekstremismu og fyri demokrati. Sama, um tað er í Miðeystri ella í Føroyum, vissar hann okkum henda dagin, Sosialurin hittir hann á skrivstovu síni á Christiansborg.
Hansara stríð kostar. Viðgongdu muslimarnir í Danmark hava kallað hann fyri eina rottu, og seinasta hálva annað árið hevur hann verið undir neyvum eftirliti alt samdøgrið av tveimum PET-løgreglumonnum.
-Eg eri komin til ”the point of no return”. Eg kann snøgt sagt ikki spola aftur, sigur Naser Khader.

Aftra seg
-Nú fer óivað onkur føroyingur at siga, hvat skal ein muslimur fortelja okkum, hvat vit skulu gera. Á sama hátt sum eg eri kritiskur mótvegis Saudi Arabia, so vil eg eisini vera atfinningarsamur mótvegis Føroyum. Eg haldi, at tað er heilt ótrúligt, at føroyskar kvinnur ikki hava somu grundleggjandi rættindi sum danskar kvinnur- til eitt nú fosturtøku. Tú kanst heilt einfalt heldur ikki bera teg soleiðis at, sum fleiri føroyingar hava gjørt mótvegis teimum samkyndu, sum m.a. hava verið nevnd kynsvillingar.
Hann sær álvarsamur út. Bulmikli politikarin, sum hevur hann eina fortíð á danska landsliðnum sum glímari, tykist vera óróligur og rullar skjúrtuermuna upp. Hann hugsar seg um eina løtu, fær sær ein slurk av kaffi og heldur fram:
-Grundgevingina, at hatta eru innanhýsis føroysk mál, sum danskir politikarar ikki skulu leggja seg útí, góðtaki eg ikki. Grundleggjandi mannarættindi eru ikki nakað innanhýsis mál. Danski løgmálaráðharrin átti at kravt, at føroyska lóggávuverkið verður nútímansgjørt, tá vit tosa um grundleggjandi mannarættindi og persónsrættindi. Mínar royndir siga mær, at danskir politikarar aftra seg, tá tað ræður um viðurskifti í Føroyum, heldur Naser Khader.
Naser Khader tykist vera ein strongdur maður. Aðru hvørja løtu hyggur hann eftir urinum. Meðan hann situr og ruggar á stólinum, fer hann at greiða frá, at hann hevur trupulleikar við at geva eitt neyvt svar, hví danskir politikarar aftra seg við leggja seg út í føroysk viðurskifti.
-Eg havi bara búð í Danmark í góð 30 ár, so eg kenni ikki øll søguligu viðurskiftini millum Danmark og Føroyar. Mínar royndir eru bara, at tað tykist, sum ávís øki eru friðhalgað.
Eins og mongu ymsu bólkarnir í Miðeystri, so kunnu føroyingar altíð semjast um at finnast at Danmark og donskum politikarum, sama um teir eru samdir í gerandisdegnum. Eg veit ikki um tað stavar frá tíðini, tá Danmark var hjálandaveldi, men danskir politikarar seta altíð autopilotin ígongd, tá teir úttala seg um føroysk viðurskifti, har somu setningar og formuleringar verða nýttar. Henda tørv havi eg ongantíð kent á mær, tá eg havi úttalað meg um Føroyar, sigur hann við einum skálkasmíli.

Islam og demokrati
Tað er kortini ikki í Føroyum, at Naser Khader nýtir sínar orku í gerandisdegnum. Seinastu árini hava hansara atfinningar verið serliga vendar móti víðgongdu arabisku londunum og víðgongdu muslimunum í Danmark. Hansara stóra mál og ynski er at gera islam meira demokratiskt.
-Islam og demokrati kunnu væl sameinast. Ja, eg veit eg eri selektivur í mínari fatan av islam. Tað veldst um, hvønn skúla tú hoyrir til. Mín skúli hevur ávirkan av tí lutheriska/ evangilska/protestantiska kristindóminum, har tú arbeiðir við tveimum regmentum. Her verður sharia býtt í tvey. Sharia, sum tað andaliga og sharia, sum lóg - tað verðsliga, greiðir hann frá
Tey, sum finnast at Naser Khader, halda, at hann er góðvarin, tí eftir teirra meting er islam ein óbrótilig eind av átrúnaði og politikki. Tað ber snøgt sagt ikki til at gera islam demokratiskt, áðrenn islam hevur verið gjøgnum eittt siðaskifti Atfinnararnir halda ikki, at tað ber til at tosa um eitt politiskt islam og síðan eitt átrúnarligt islam, sum Khader vil vera við. Orsøkin til tess er, at Koranin er keldan til alla lóggávu í nógvum muslimskum londum.
Vísir veruleikin eitt nú í Iran og Saudi Arabia, at tey eru langt frá trúðarfrælsi, persónsfrælsi, javnstøðu - og skrivi- og talufrælsi, sum eru grundleggjandi demokratisk rættindi. Er talan ikki um ynskidreymar, tá tú tosar um demokrati og islam?
-Mín grundhugburður er at, vit skulu trúgva upp á tað. Eg veit fullvæl, at søguligar og praktiskar royndir siga nakað annað, men vit MUGU trúgva upp á tað. Hvør hevði væntað fyri 20 árum síðan, at kommunistisku londini í eysturevropa kundi eftir stuttari tíð skuldi gerast demokratisk? Kunnu tey, so kunnu tey muslimsku eisini. Vit mugu ongantíð slaka, tí tað er ein stórur trupulleiki, um 1,5 mia fólk ikki fáa demokrati. Hetta kann elva til stóran óstabilitet, tí søgan vísir, at vegurin fram móti friði og vælferð er demokrati.
Hann vónar at sleppa at uppliva, at islam fær ábøtur og ein nýggja upplýsningartíð. Skal hetta eydnast, er neyðugt, at muslimar, búsitandi í vesturheiminum, ganga á odda. Tí, kunnu teir ikki vísa vegin fram fyri eini sameining av islam og demokrati- so kann eingin.

Politikarar lifra
Seinastu árini eru greið tekin at hóma, at átrúnaður fær størri og størri ávirkan á politiska lívið – bæði í Føroyum og ikki minst úti í heimi. Fleiri vilja vera við, at fremsta orsøkin til tess er álopið á World Trade Center í 2001. Naser Khader ásannar eisini, at átrúnaður fyllir meira í politikki enn fyri bert nøkrum fáum árum síðan.
-Gud er komin aftur úr kuldanum. Hetta rákið stavar frá seinast í 90-árunum. Vit staðfesta, at flest allar trúðargreinar fáa størri og størri undirtøku, tí fólkið vil aftur til røturnar. Fólk hava brúk fyri onkrum at halda um. Í 20. øld vóru tað tær politisku hugsjónirnar. Hesar hvurvu í ein stóran, tá múrurin fall, og átrúnaðurin fyllir nú hetta tómrúmið.
Naser Khader hevur ongar trupulleikar við, at átrúnaður er farin at fylla meira hjá fólki. Kunnu vit fáa frið við at fólk trúgva, so er tað gott, heldur hann. Hann sigur seg heldur ikki hava nakran trupulleika við fundamentalistum - so leingi, teir halda tað fyri seg sjálvar, og ikki trútta niður í onnur, hvussu tey skulu liva.
Hann heldur kortini lítið um, at politikarar eru farnir at gera sær dælt av, at fólk hava leitað sær til átrúnaðin. Hetta er beinleiðis at lifra fyri fólki.
-Politikararnir vórðu skjótir at síggja atkvøður í hesum ráki. Hví skulu Bush og Clinton válka sær í kristindóminum við at lata seg avmynda hvønn sunnudag, tá teir ganga úr kirkjum? Og hví skal Hosni Mubarek (egyptiski forsetin, blðm) ganga í moskum, tá øll vita, at tað besta honum dámar, er at drekka whiskey, spyr Naser Khader og brestur út í sín eyðkenda látur.

Islamisman fer at veksa
Seinastu árini hava fleiri víðgongdar afturhaldssinnaðar islamiskar rørslur sum Hamas í Palestina, Hizbollah í Libanon og Islamic Brotherhood í Egyptalandi vunnið størri og størri undirtøku. Henda framgongd er ikki við til elva til eitt meira demokratiskt Miðeystur, tí hesir bólkar mótmæla harðliga vesturlendsku ávirkanina. Men hvat heldur Naser Khader um hesa menning?
-Satt at siga vænti eg, at fleiri av hesum bólkum fara at vinna enn meira fram. Hetta kemst ikki minst av, at fleiri av hesum víðgongdu bólkinum gera eitt rættiliga stórt sosialt arbeiði, sum vit í vesturheiminum hava lyndi at gloyma. Vit hava í áravís kasta nógvar pengar eftir korruptum stjórnum í Miðeystri, sum ikki hava nýtt pengarnar til at betra vælferðina hjá fólki. Hetta eru fólk troytt av, og tí velja tey at stuðla víðgongdum bólkum, sum eitt nú Hamas og Hizbollah, sum siga seg vilja betra vælferðina og koma mutrinum til lívs. Eg havi einki ímóti, at hesir bólkar vinna valini, so leingi teir góðtaka og virða demokratiið. Teir skulu bara ikki forkoma demokratiinum og innføra sharia-lóggávu í staðin, heldur hann.

Fakta:
Navn: Naser Khader
Føddur: 1.juli 1963 í Damaskus
Útbúgving: Cand. polit
Starv: Fólkatingslimur fyri Radikala Vinstra flokkin síðan 2001



Islam:
Islam kann brúkast til alt. Leita og tú skalt finna. Eg eri demokratur og eri fyri sameining og sátti og semju. Átrúnaður er eitt privatmál, sum onnur ikki skulu leggja seg útí. Eg eri ein sonevndur kulturellur muslimur, har eg síggi islam sum eina mentan - meira enn nakað annað.

Irak-kríggið:
Tað var rætt at reka Saddam Hussein frá valdinum. Men eg harmist nógv um tað, sum er hent síðani. Avrikið, síðan Saddam Hussein fór frá, hevur verið út av lagi vánaligt og hálvhjartað. Besta dømi um tað eru teir fáu hermenninir, sum amerikumenn hava valt at nýta í krígnum. Í løtuni nýta hermenninir størstu orku til at verja seg heldur enn at tryggja frið.

Føroyar:
Eg gleði meg at síggja Føroyar fyri fyrstu ferð. Eg eri spentur at síggja, um mínir fordómar halda.. Eg havi eina fatan av teimum liberalu ungu, sum eru opin mótvegis umheiminum, og hinum, sum hava vent eygununum móti Miðeystri.

Keldur:
Portræt: Naser Khader-Reformatoren, Jyllands-Posten 19 februar 2006.
Bókin “Naser Khader og Folkestyret-De første fire år”