"Hvat hendir í heilanum hjá teimum, sum biðja eina bøn?"
Henda spurningin ynskti hann at fáa svar uppá, og nú eru fyrstu úrslitini av kanningini almannakunngjørd:
Tey flestu ivast neyvan í, at trúgvandi menniskju trúgva á tann Gud, sum tey biðja til. Men hetta er fyrstu ferð, at hetta verður prógvað við royndum.
Viðmerkingarnar frá trúgvandi og ateistum vísa eisini, at hetta hevur teirra áhuga. Tey kristnu fegnast um, at Gud manifesterar seg í heilanum hjá trúgvandi, og ateistarnir fegnast um, at talan bert var um eina illusjón í heilanum.
Uffe Schjødt er nú í ferð við seinna part av verkætlan síni. Hann kannar nú, hvat hendir í heilanum á fólki ið taka ímóti forbøn. Hesar royndirnar eru ikki lidnar enn.
Bønin virkar
Fólk seta ofta spurningin um bønin virkar, og sambært Uffe Schjødt hevur bønin ein virkning, hóast tað kanska ikki er soleiðis, sum tey flestu trúgva.
Sjálvur heldur hann ikki, at Gud grípir inn í lívið hjá menniskjum orsakað av bøn og fremur undur. Men hvørja effekt hevur bønin so?
- Eg eri samdur við teimum, sum meta religiøsa atferð sum sjálvsterarpi og sum eina ávirkan á áskoðanina hjá fólki. Fært tú avbjóðingar í lívinum, um tú gerst sjúkur ella missir ein av tínum kæru, so má ein fáa sína lívsstøðu at hóska til tann nýggja samleikan.
- Her kann bønin hava sín avgjørda leiklut. Og so vita vit annars, at tá ein endurtekur eina handling, sum ein er tryggur við, kann hetta geva hvíld og virka ímóti strongd, staðfestir Uffe Schjødt.
Og hann leggur aftrat:
- Um ein trýr, at tað í veruleikanum finst ein Gud, sum tryggjar at bønin virkar, so kann hetta eisini hava ávirkan, eins og ein placebo-effekt.
- Tað at trúgva uppá, at okkurt virkar, kann snøgt sagt geva eina eyka effekt. Hetta er eisini treytað av, at tann biðjandi í veruleikanum trýr uppá bønarsvar. Um ein ikki-religiøsur biður eina bøn, missir ein placebo-effektina.