Tórshavnar Súkklufelag skipaði 2. páskadag fyri súkklukapping. Startur og mál var við Skógrøkt Landsins á Hvítanesvegnum í Havn. Súkklast skuldi fyrst til Gomlurætt, aftur til Havnar, framvið málumráðnum, og so til Kaldbaks, har vent varð og so aftur til Havnar á mál. Teinurin var góðar 54 km til longdar og luttøkan var góð – bæði unglingar, menn og kvinnur kappaðust.
Unglingarnir súkklaðu bert til Gomlurætt og aftur til Havnar (áleið 25 km), og vinnarin her gjørdist Tóri Nielsen, Tummas Simonsen kom á mál sum nummar tvey, og í hølunum á honum kom Bartal Dam Gregoriussen.
Hjá kvinnunum vann Eyðfríð Christiansen sannførandi á Anniku Vang, sum gjørdist nummar tvey.
Gudmundur setti Gunnar
Størsti bólkurin í luttakaratali var mansbólkurin. Gudmundur Joensen og Gunnar Dahl-Olsen vístu tíðliga í kappingini at teir ætlaðu sær sigurin. Teir fingu beinanveg eitt hol aftur til hinar súkklararnar og hildu tað alla kappingina. Men Gunnar kláraði ikki at fylgja Gudmundi og súkklaði hann frá Gunnari og koma á mál góðar 5 minuttir áðrenn Gunnar. sostatt vann Gudmundur Joensen sannførandi, nummar tvey gjørdist Gunnar Dahl-Olsen og nummar trý gjørdist Andrass Joensen. Jóanis Albert Nielsen fylgdist við Andrassi Joensen til vendipunktið í Kaldbak, men á veg aftur
til Havnar súkklaði Andrass frá honum, og gjørdist Jóanis Albert Nielsen harvið nummar fýra.