Guðmundur Guðmundsson gevst sum íslendskur landsliðsvenjari

Tað eydnaðist ikki Guðmundi Guðmundssyni at tryggja Íslandi pláss í olympiska endaspælinum

Guðmundur Þórður Guðmundsson er ikki longur landsliðsvenjari hjá íslendska manslandsliðnum í hondbólti.

 

Tað eydnaðist ikki Guðmundi Guðmundssyni saman við íslendsku leikarunum at tryggja Íslandi pláss í olympiska endaspælinum í París á sumri í 2024, og hevur íslendska hondbóltssambandið nú boðað frá, at Guðmundur Guðmundsson sum hevur verið íslendskur landsliðsvenjari í tveimum skiftum leggur frá sær.

 

Guðmundur Guðmundsson var íslendskur landsliðsvenjari fyrru ferð millum 2008 og 2012, tá eydnaðist at vinna bæði OL-silvur í 2008 og EM-bronsu í 2010.

 

Seinnu ferð Guðmundur Guðmundsson var íslendskur landsliðsvenjari var millum 2018 og 2023.

 

Tað eydnaðist Guðmundi Guðmundssyni at vinna OL-gull sum landsliðsvenjari hjá Danmark í 2016. 

 

Gunnar Magnússon og Ágúst Þór Jóhannsson vera fyribils landsliðsvenjarar til dystirnar í EM-undankappingini í mars og apríl móti Kekkia heima og úti, Ísrael úti og Estlandi heima. Eftir tað fer HSÍ at kunngera ein nýggjan landsliðsvenjara.