Guðrið úr Føroyum á Frigg

Tað er ikki bara føroyskir útisetar sum ætla sær á Frigg. Fólk fara eisini allan tann langa vegin úr Føroyum til Frigg Festivalin. Ein teirra ið kemur allan vegin frá klettinum er Guðrið Geirsdóttir Eystberg úr Havn.

Tað er ikki bara føroyskir útisetar sum ætla sær á Frigg. Fólk fara eisini allan tann langa vegin úr Føroyum til Frigg Festivalin. Ein teirra ið kemur allan vegin frá klettinum er Guðrið Geirsdóttir Eystberg úr Havn.

- Eg hoyrdi um festivalin frá einari vinkonu úr Danmark. Vit hildu at tað ljóðaði sera spennandi við einum norðurlendskum festivali, so hon lokkaði meg við, sigur Guðrið.

Tær eru tvær vinkonur úr Føroyum, sum fara til Keypmannahavnar, og saman við øðrum vinum í Danmark fara á Frigg.

- Tað er nokk Medina sum eg gleði meg mest til at hoyra. Og so gleði eg meg eisini til Páll Finnur Páll, Swanga og Eivør, men nokk mest Medinu. Mær dámar hennara tónleik sera væl, og serliga gleði eg meg at hoyra tað nýggju fløguna live, sigur Guðrið, ið eisini hevur hoyrt Medinu tá hon framførdi á Voxbotni.

Guðrið og vinkona hennara koma úr Føroyum fríggjamorgunin á sjálva festival degnum, so tær hava ikki stórvegis ætlanir um náa nakað annað meðan tær vitja Keypmannahavn.

- Vit vóna at veðrið verður gott allan túrin, og umframt at lurta eftir tónleiki, so gleða vit okkum eisini bara til hugnan við at verða á einum festivali, í einum góðum umhvørvið, saman við nógvum fólkum. Annars so taka vit tað bara sum tað kemur.

Les meira um Frigg Festivalin á friggfestival.com