Gudstænasta og tónleikur í gjónni við Gjógv

Sunnudagin verður ein sermerkt gudstænasta við Gjógv

 

 

Klokkan 16 sunnudagin verður ein serstøk gudstænasta við Gjógv. Gudstænastan verður nevniliga í sjálvari gjónni, sum er ein náttúrunnar katedralur, og tað verður Anne Mette Greve Klementsen, prestur, sum prædikar.

 

Aftur við sálmasanginum spælir Gudmund Mortensen, organistur, umframt at tvær kornettir fara at stuðla undir sangin.

 

Eisini Vestmanna Sangkór, sum Benjamin Gaasedal, stjórnar, fer at syngja á gudstænastuni og haraftrat fer eitt blandað hornorkestur úr Havnar, Sørvágs og Vestmanna hornorkestrum undir leiðslu av Atla K. Petersen, at spæla.

 

Eisini í fjør var guðstænastu í Gjónni og tá var fitt av fólki, soleiðis sum myndin eisini vísir.