Gullfuglurin spældi fyrsta landsdystin

Tarik Elyonussi, sum spælir í norska Fredrikstad er á ynskilistanum hjá fleiri europiskum stórfeløgum. Mikukvøldið spældi hann fyri fyrstu ferð á norska A-landsliðnum, og áhugin er neyvan minni eftir hetta. Tarik brúkti bara fýra minuttir á vøllinum, áðrenn hann í seinna hálvleiki javnaði til 1-1 í landsdystinum hjá Noreg móti Uruguay. Uruguay kom tó upp á 2-1, men við beinleiðis frísparki tryggjaði John Arne Riise Noreg javnnleikin.