Gullið endaði aftur í Havn

Seinna Stórkappingin 2004 var sunnudagin 14. mars í ítróttarhøllini í Runavík. Kappingin hendan dagin var fyri pinkur og gentur. Kvinnuliðini frá 6. mars og eitt gestalið frá Greve vóru eisini við til framsýningina, so henda dagin fingu áskoðarirnir krás fyri eyga

Seinna Stórkappingin 2004 var sunnudagin 14. mars í ítróttarhøllini í Runavík. Kappingin hendan dagin var fyri pinkur og gentur. Kvinnuliðini frá 6. mars og eitt gestalið frá Greve vóru eisini við til framsýningina, so henda dagin fingu áskoðarirnir krás fyri eyga

Fimleikur
tíðindaskriv

Umstøðurnar fyri kappingina vóru eins góðar sum til kappingina 6. mars. Aftur hesa ferð hevði kappingarnevndin gjørt av at nýta pallampur, so at íðkarirnir vóru í miðdeplinum. Til hesa framsýningina vóru fleiri lampur nýttar, og uppstillingin var eisini eitt sindur øðrvísi. Tað tók drúgva tíð at fáa lampurnar innstillaðar, og í einum enda kundi ljósið verið eitt sindur betur, men tað darvaði kortini ikki framfrøðslunum. Pallampurnar skapa ein serstakan stemning og eina øðrvísi heldur vakra mynd av fimleikarunum og framførðslunum. Tann spenningur og fjáltur sum ofta kemur í av áksoðarunum merkist heldur ikki á sama hátt, so eitt er púra vist, at pallampur verða framhaldandi nýttar til Stórkappingarnar.

Pinkurnar:
Kappingin var ímillum 4 feløg, Ljósið, Havnar Fimleikafelag, Flog úr Fuglafirði og Støkk av Glyvrum. Pinkurnar kappaðust við einari fríari seriu. Úrslitið var sera tætt, munurin ímillum 1 og 3 var 0,46 stig.

Úrslitið:
Ljósið bleiv nr. 1 við 17,56 stig. nr. 2 gjørdist Støkk við 17,26 stig nr. 3 gjørdis Havnar Fimleikafelag við 17,1 og nr. 4 gjørdist Flog við 15,76
Ljósið fekk steyp til ognar sum Føroya Fimleikasamband gav.

Var tað ein fragd fyri eyga at síggja kappingina 6. mars hjá kvinnunum, so var hendan kappingin fyri gentur minst líkað góð, um ikki betur, og var tað fløvandi at síggja okkara framúrskarandi lið.
Gentuliðini vóru eisini frá somu feløgum sum hjá pinkunum.
Genturnar kappaðust í tveimum serium, og úrslitið var eisini sera tætt. Munurin ímillum 1 og 3 var 0,14 stig og ímillum nr. 1 og 4. var 1,86 stig. Tað skal eitt ótrúligt hugflog til hjá venjarunum til samansettingina av seriunum, og hesar høvdu eisini lagt stóran dent á smyrsl, glimmur, dragtir og amboð, sum eisini gav eina ótrúliga flotta sjón í tí døkka ljósinum.

Úrslitið:
í tí fríu seriuni hjá gentum gjørdist Havnar Fimleikafelag nr. 1 við 17,96 stigum nr. 2 gjørdist Støkk við 17,90 stigum, nr. 3 gjørdist Lósið við 17,82 og nr. 4 gjørdist Flog við 16,1 stigum
Amboðið hjá gentunum var bóltar. Tað var sera spennandi at síggja, hvussu tær arbeiddu framman fyri pallampunum, sum tær ongantíð høvdu roynt áður. Men tað tyktist ikki darva framførðsluni,
tó hendi tað, at onkur bóltur endaði uttan fyri markið, og takast mátti til eyka bólt, okkurt kast miseydnaðist eisini.
Úrslitið fyri amboð: Nr. 1 gjørdist Havnar Fimleikafelag við 18,06 stigum, nr 2. gjørdist Støkk við 17,33 nr. 3 gjørdist Ljósið við 17,30 stigum og nr. 4 gjørdist Flog við 15,89 stigum.
Samanlagt og føroyameistari gjørdist Havnar Fimleikafelag við 36,02 stigum, nr. 2 gjørdist Støkk við 35,23 stigum, nr 3 gjørdist Ljósið við 35,12 stigum og nr. 4 gjørdist Flog við 31,99 stigum.
Sostatt verður tað Gentuliðið hjá Havnar Fimleikafelag sum verður við sum gestur til DM í Greve 25. apríl.
Gestaliðið frá Greve framførdi - eins og okkara kvinnulið - eisini 2 seriur, og tær blivu dømdar á sama hátt sum okkara kvinnur. Í tí fríu seriuni sást beinanvegin at tær ikki høvdu somu framførslu sum okkara lið. Tær hava luttikið í VM, so tær eru farnar yvir til tann estetiska fimleikin, ið líkist meiri ballet við klassiskum tónleiki, og hesin fimleikur er heilt ørvísi enn vit eru von við. Tað var eysæð at ikki allir áskoðarirnir dámdu teirra framførslu, men tað eru sjálvandi ymsar meiningar um tað.
Hóast liðið frá Greve er farið at framføra estetiskan fimleik, so hava ikki øll feløgini í Danmark gjørt tað sama, vónandi hava kvinnurnar hjá Havnar Fimleikafelag tí onkran annan at kappast ímóti eisini. Um fimleikur í Føroyum skal fylgja við gongdini í útheiminum, mugu vit eisini fara tann vegin.
Úrslitið hjá Greve í tí fríu seriuni var 18,06 stig.
Amboðserian við vimplum var góð, sjálvt um okkurt miseydnaðist. Tað er sera ringt at fáa eina framførslu við vimplum at sampakka, vimplarnir eru oftast sera langir, og tað tykist so óruddiligt.
Úrslitið í amboðseriuni bleiv 17,79 stig, og samanlagt fekk Greve 35,85 stig.