Gullið helt seg burtur frá Havnini

Merkisvert var tað, at eingin bátur hjá teimum báðu stóru feløgunum í Havnini var millum vinnararnar í Fuglafirði

Hagtølini siga, at Róðrarfeløgini í Havn plaga at eiga vinnarar á hvørjari stevnu. Í ár hevur verið longri millum sigrarnar hjá teimum báðu stóru feløgunum, enn tað ofta hevur verið, men í Fuglafirði var fyrsta ferðin í ár, at hvørki Havnar Róðrarfelag ella Róðrarfelagið Knørrur vunnu nakran róður.
Á Tvøroyri vunnu havnarfeløgini tríggjar kappingar, men í Fuglafirði vóru marginalarnir ikki við bláu bátunum og teimum hvítu við drekastevnunum.
Meðan tað hilnaðist minni væl hjá teimum heimanfyri ánna, so royndist tað betri hjá Argja Róðrarfelag, sum vann tveir róðrar og harvið var mest vinnandi felagið í Fuglafirði. Hinir sigrarnir vóru vunnir av feløgunum í Vági, á Glyvrum, í Kvívík, í Hvalvík/Streymnesi, á Oyri, í Miðvági og í Klaksvík.

Argjabáturin heldur fram
Tølini søgdu, at tað fór at verða sera tætt og spennandi í kappingini millum 8-mannaførini.
Argjabáturin hevði vunnið tríggjar tær fyrstu ferðirnar, men munurin aftur til Ørv hjá Havnar Róðrarfelag var støðugt minkaður, og á Jóansøku var hann eitt sekund.
Ørvur leyp avstað í Fuglafirði, og tá ið startspurturin var liðugur, var hann tað mesta av einari bátslongd frammanfyri Argjabátin og Nevið Reyða.
So legði Argjabáturin til brots. Tøkini hjá argjamonnum vóru dyggari enn tey hjá kappingarneytunum, og tá ið 1500 metra málið var hálvrunnið, var Argjabáturin fremstur. Í endaspurtinum rann reyði báturin frá Ørvi, og á málinum var gott og væl leyst millum hesar báðar bátarnar.
Nevið Reyða endaði á triðja plássi, men kappingin við Miðving gjørdist at enda sera tøtt.

Riddarin er suverenur
Sammett við undanfarnu ferðirnar, so var munurin frá Riddaranum og aftur til Lóm av Argjum minni hesa ferð, enn hann hevði verið, men kortini var 6-mannafarið við monnum úr Miðvági mest sannførandi vinnarin av øllum á Varmakeldustevnu.
Bæði í Hósvík og á Tvøroyri var munurin frá Riddaranum og aftur til Lóm átta sekund. Hesa ferð var hann fimm sekund. Men tað var avgjørt einki, sum bendi á, at nakar fer at hótta Riddaran, ið beinanvegin legði seg á odda og skjótt var leysur av hinum.
Lómur var aftur hesa ferð næstfremstur, og Smyril endaði aftur hesa ferð á triðja plássi. Men kappingin millum hesar báðar hevur ongantíð verið so tøtt sum í Fuglafirði, tá ið tað bara var brotpartur av sekundi frá Lómi og aftur til Smyril.

Vágsdreingir aftur á beint
Á Norðoyastevnu vunnu vágsdreingir umborð á Royndini Fríðu, men tvær tær næstu ferðirnar hilnaðist ikki so væl hjá teimum. Drekin hjá Havnar Róðrarfelag vann í Sundalagnum, og Blikur hjá Argja Róðrarfelag vann á Tvøroyri.
Vágbingar, sum kendu seg hava verið sera óhepnar, komu fyri seg aftur í Fuglafirði. Teir vunnu á Jallinum hjá Knørrafelagnum. Higartil hava tríggir bátar vunnið í fýra kappingum, og um nakar bátur so at siga eigur tørn at vinna, so man tað vera Jallurin. Blái báturin hevur verið næstfremstur tríggjar ferðir.

Junkarin aftur fremstur
Sum tað varð sagt eftir róðurin í Hósvík, so var sigurin á Sundalagsstevnu tann fyrsti nakrantíð hjá kvívíkingum í kvinnukapping.
Jallurin vann á Norðoyastevnu og aftur á Jóansøku, men hesa ferð megnaði Junkarin at vinna. Hesa ferð var Jallur næstfremstur. Hesir báðir bátarnir hava kappast alt summar. At Junkarin er eitt stig frammanfyri í FM kappingini kemst av, at Blikur á Sundalagsstevnuni stakk seg inn ímillum Junkaran og Jallin.

Nýggjur vinnari
Tambar hjá Róðrarfelagnum Knørri vann barnakappingina millum gentur á Jóansøku. Á Varmakeldu var nýggjur vinnari í hesi kappingini. Tað var Blikur hjá Argja Róðrarfelag, sum var frammanfyri Royndina Fríðu úr Vági. Næstfremsta plássið var besta plaseringin í ár hjá teimum úr Vági.
Ørnin, sum vann tvær tær fyrstu ferðirnar og framvegis er fremst í FM kappingini, var nummar trý.
Á Tvøroyri eydnaðist tað Firvaldi í heimasjógvi at vinna barnakappingina millum dreingir. Ta ferðina var Spógvin hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ næstfremstur. Spógvin vann bæði á Norðoyastevnu og í Sundalagnum, og í Fuglafirði endurvann Spógvin oddasessin. Firvaldur var næstfremstur, og Junkarin úr Kvívík endaði á triðja plássi. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at Junkarin luttók í hesi kappingini.

Barnaróður dreingir
1 Spógvin 02:36.11
2 Firvaldur 02:37.23
3 Junkarin 02:39.23
4 Fípan Fagra 02:41.09
5 Tambar 02:43.13
6 Frúgvin 02:45.00
7 Silja 02:54.00
8 Havfrúgvin 03:04.18

Støðan
1 Spógvin 27
2 Fípan Fagra 20
3 Firvaldur 19
4 Tambar 15
5 Frúgvin 12
6 Havfrúgvin 6
7 Junkarin 5
8 Teistin 4
9 Silja 1

Barnaróður dreingir
1 Spógvin 02:36.11
2 Firvaldur 02:37.23
3 Junkarin 02:39.23
4 Fípan Fagra 02:41.09
5 Tambar 02:43.13
6 Frúgvin 02:45.00
7 Silja 02:54.00
8 Havfrúgvin 03:04.18

Støðan
1 Spógvin 27
2 Fípan Fagra 20
3 Firvaldur 19
4 Tambar 15
5 Frúgvin 12
6 Havfrúgvin 6
7 Junkarin 5
8 Teistin 4
9 Silja 1

5-mannafør dreingir
1 Royndin Fríða 05:05.19
2 Jallurin 05:06.22
3 Havfrúgvin 05:08.11
4 Blikur 05:10.01
5 Erla Kongsdóttir 05:11.05
6 Sílið 05:12.09
7 Drekin 05:12.23
8 Teistin 05:15.02
9 Svanur 05:16.15
10 Fípan Fagra 05:17.17
11 Frúgvin 05:17.20
12 Pílur 05:18.08
13 Sandingur 05:22.05
14 Firvaldur 05:24.09
15 Tjógvin 05:30.19

Støðan
1 Blikur 22
2 Jallurin 19
3 Royndin Fríða 19
4 Drekin 16
5 Sílið 12
6 Erla Kongsdóttir 9
7 Havfrúgvin 9
8 Frúgvin 5
9 Pílur 1

5-mannafør kvinnur
1 Junkarin 05:19.22
2 Jallurin 05:20.13
3 Blikur 05:24.12
4 Beinta 05:26.07
5 Teistin 05:28.17
6 Falkur 05:29.03

Støðan
1 Junkarin 26
2 Jallurin 25
3 Blikur 20
4 Beinta 16
5 Falkur 12
6 Teistin 9

6-mannafør menn
1 Riddarin 07:24.04
2 Lómur 07:29.07
3 Smyril 07:29.22
4 Skúgvur 07:38.16
5 Gongurólvur 07:41.06
6 Tvørabáturin 07:47.23
7 Húsfrúgvin 07:57.23

Støðan
1 Riddarin 28
2 Lómur 24
3 Smyril 20
4 Skúgvur 13
5 Gongurólvur 12
6 Tvørabáturin 11
7 Húsfrúgvin 2

8-mannafør
1 Argjabáturin 07:05.18
2 Ørvur 07:09.17
3 Nevið Reyða 07:17.06
4 Miðvingur 07:17.11
5 Kvívíkingur 07:19.03

Støðan
1 Argjabáturin 28
2 Ørvur 24
3 Nevið Reyða 19
4 Miðvingur 16
5 Kvívíkingur 13