HB kann seinnapartin mest sum tryggja sær FM heitið ímóti ÍF, sum stríðist fyri at vinna fyrstu atgongumerkini til europeiskan fótbólt. Tað er møguleiki fyri, at HB seinnapartin kann tryggja sær sítt 21. FM heiti. Setningurin er at vinna og í hvussu so er ikki at tapa, so avgerðin í síðsta umfari verður í hondunum á HB spælarunum.
ÍF spælir fyri at røkka fyrstu atgongumerkjunum í europeiskum fótbólti. Hesi verða tryggjað, um steypavinnarnir í EB/Streymi vinna FM. Harvið fer ÍF at sleppa upp í part í europeiskum fótbólti sum tapari í steypafinaluni.
Hjá ÍF stendur tað væl til við fólki. Allir spælararnir eru tøkir. Eisini miðverjin Poul Ennigarð, sum varð burturstaddur seinast.
ÍF venjarin, Abraham Løkin, hevur ábyrgdina av U-19 landsliðnum, og fyri Abraham og ÍF hevur tað sjálvandi ikki verið optimalt, at venjarin seinastu stóru vikuna hevur verið í Letlandi. Hjálparvenjarin, Torkil Hansen, hevur staðið fyri venjingunum í Fuglafirði. Abraham Løkin var aftur á vøllinum í Fløtugerði fríggjakvøldið.
Hjá HB hava fleiri ivamál verið undan nógvum teimum seinastu umførunum, men kortini hava skaddu spælararnir megnað at spælt.
Hesa ferð er miðvallarin Milan Kuljic leikbannaður.
Síðuspælararnir Rógvi Poulsen og Símun Samuelsen hava verið sera týdningarmiklir í ár. Símun Samuelsen var væl upplagdur týskvøldið á Svangaskarði. Spenningurin í HB er nú, um hann verður førur fyri at spæla ídag. Tað er hælsinan, sum tað er galið við.
Rógvi Poulsen hevur ikki vant saman við hinum tvær tær seinastu vikurnar. Hann hevur runnið fyri seg sjálvan, men teir vóna tað besta. Hann hevur trupulleikar við tjúkkanum.
Umframt Símu