Gullið liggur á Svangaskarði

Næstsíðsta umfar í Effo-deildini verður seinnapartin í dag

Eftir landsliðssteðg í tvær vikur er landskappingin aftur dagsskráin í fótbóltinum. Stóri spurningurin er, um tað í dag fer at eydnast B36 at tryggja sær meistaraskapin og harvið at verða triðja felagið, sum eigur tvísifrað tal av FM heitum.

Dagsskráin er klokkuklár. B36 fyrireikar seg at fara inn á Toftir. Um tað í dag eydnast árstalsfelagnum at vinna eins stóra úrtøku og avbjóðararnir í HB, sum í dag fær vitjan av NSÍ, so verður B36 meistari á ársins næstsíðsta leikdegi.

 

Síðani 2005 hevur landskappingin fevnt um 27 umfør. Flestu árini hevur spurningurin, hvør skal vinna FM, verið svaraður undan síðsta leikdegi, og onkuntíð hevur tað ligið í luftini væl undan kappingarenda, hvør fór at vinna FM.

Størsti dramatikkurin hesi árini við 27 umførum var í 2005 og 2006.

Í 2005 vann B36 FM á síðsta leikdegi. Tað var í grannauppgerð í Gundadali. HB varð meistari, um tað endaði javnt, og tað sá heilt gott út, tá ið Bárður Mortansson dygst undan steðginum legði HB framum. Miðskeiðis í 2. hálvleiki javnaði Allan Mørkøre, og takið mundi farið av B36 skýlinum, tá ið sigursmálið varð skorað eitt korter undan leikloki. Málskjútti var Fróði Benjaminsen, sum nú er liðformaður í HB.

Árið eftir var aftur dramatikkur fyri allar pengarnar. EB/Streymur lá til at vinna FM, men tá ið KÍ púra óvæntað vann 1-0 á Mølini var tað HB, sum púra óvæntað tryggjaði sær FM við 2-0 heimasigri á ÍF.

Í 2007 tryggjaði NSÍ sær FM í næstsíðsta umfari, og soleiðis var tað eisini, tá ið EB/Streymur varð meistari í 2008, HB í 2009 og B36 í 2011. Í 2010 vann HB FM á síðsta leikdegi, og í 2012 vann EB/Streymur FM á síðsta leikdegi.

 

26. umfar

KÍ-AB: Petur Reinert klokkan 15.00

ÍF-EB/Streymur: Páll Augustinussen kl. 15.00

B68-B36: Ransin N. Djurhuus kl. 15.00

Skála-Víkingur: Rúni Gaardbo kl. 15.00

HB-NSÍ: Lars Müller kl. 15.00

 

Støðan

B36 58

HB 54

Víkingur 45

NSÍ 37

EB/Streymur 34

KÍ 33

ÍF 28

AB 25

B68 17

Skála 13

 

Tað verður sagt, at hann skal snara í vestan seinnapartin, og at tað verður ikki so nógvur vindur og ælaveður. Hitin fer at liggja um tíggju stig.