Gullrandað pensjón og fosturtøka á tingi í dag

Tvey ikki sørt umstrídd mál eru á skránni til tingfundin í morgun klokkan 9:30.

Fólkaflokkurin í formansskapinum heldur, at uppskotið hjá arbeiðsbólkinum skuldi verið lagt fyri tingið óbroytt og tekur tí ikki undir við restini av formansskapinum, sum hevur tikið burtur ætlaða lønarlyftið til tingfólk upp á 6.684,70 krónur um mánaðin

Av teimum 10 málunum, sum skulu viðgerast í dag eru millum annað uppksot um samsýning og eftirløn til løgtingsfólk.

 

Í mong ár hava atfinningar verið at tingfólki, sum hava gjørt sær sína egna sera lukrativu pensjónsskipan. Tingfólk eru lønt sum tænastumenn, men tey hava broytt sína pensjón soleiðis, at tey eftir 16 ár í starvi hava upptjent sær rætt til fulla pensjón, sum í summum førum fæst, tá tey eru 60 ár. Vanlig fólk brúka 37 ár at upptjena sær fulla pensjón.

 

Ein nevnd hevur arbeitt við einum uppskoti um at broyta hetta soleiðis, at tingfólk fáa vanligt pensjónsgjald upp á 15 prosent til eina pensjónsskipan. Nevndin mælti til, at aftur at tingfólk frásiga sær gullrandaðu pensjónina, so skuldu tey fáa eina lønarhækking upp á 6.684,70 krónur.

 

Ein partur av formansskapinum, øll uttan Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur úr Fólkaflokkinum, hevur lagt málið fyri tingið. Men tey hava tikið lønarhækkingina burturúr. Tað vil siga, at tingfólk missa pensjónina – sum man vera besta pensjón í landinum – uttan at fáa eitt lønarlyft afturfyri.

 

Tað eru Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, sum saman við Jóhannusi Joensen og Johan Dahl, næstformonnum, sum hava lagt uppskotið fram.

 

Nøkur fakta um løgtingspensjónina:

 

Fakta:

 

Tingfólk fáa upptjena fulla eftirløn, tá tey hava sitið í 16 ár í Løgtinginum.

 

• Full eftirløn hjá løgtingsfólki er í løtuni 27.824 krónur

 

Løgtingsformaður ella -forkvinna upptjenar fulla ertirløn eftir 8 ár í starvinum.

 

• Full eftirløn hjá løgtingsforfólki er 44.809 krónur

 

Lønin hjá tingfólki er 46.373,69 krónur um mánaðin

 

Lønin hjá løgtingsforfólkinum er 97.086,95 krónur um mánaðin

 

Pensjónsaldurin hjá tingfólki er 67 ár. Men hava tey sitið á tingi so leingi, at aldurin á tingfólkinum pluss tvær ferðir starvsaldurin gevur talið 95, kunnu tey fara frá við pensjón sum 60 ára gomul. Um aldurin er 60 ár, og tingfólkið hevur sitið í 17,5 ár á tingi, so kann viðkomandi fara frá við fullari pensjón, tá viðkomandi er 60 ára gamal.

 

Eftirlønarskyldan hjá landskassanum fyri tingfólk – pensjón sum landið skal gjalda politikarum í framtíðini, er seinast mett til 290 milliónir krónur.

 

Heldur verandi skipan fram, veksur hendan skyldan hjá landskassanum til 500 milliónir krónur næstu 15-20 árini

 

Hitt umstrídda málið er málið um fría fosturtøkur. At kvinnur sjálvar skulu sleppa at ráða, tá tað um fosturtøkur ræður, til og við 12. viðgonguviku.

 

Skráin fyri tingfundin í dag er hendan:

 

 

1

 
 

3. viðgerð LM-057/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kapping (Eftirlit við prísi við marknaðargreining og nágreining av prosessparti)

 
 

2

 
 

3. viðgerð LM-066/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder (Vinnufyritøkulógin), anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde og í løgtingslóg um tryggingarvirksemi (Innheinting og skráseting av upplýsingum um veruligar eigarar, tvingsilsavtøka o.a.)

 
 

3

 
 

1. viðgerð LM-108/2023 - Uppskot til løgtingslóg um samsýning og eftirløn til løgtingsfólk

 
 

4

 
 

1. viðgerð LM-107/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um nevnd at geva løgmanni tilmæli um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna v.m. (Samsýningar og eftirløn løgtingsmanna o.a.)

 
 

5

 
 

Atkvøðugreiðsla um at beina LM-107/2023 í eina § 25 nevnd

 
 

6

 
 

Atkvøðugreiðsla um at beina LM-108/2023 í eina § 25 nevnd

 
 

7

 
 

Val av § 25 nevnd at viðgera LM-107/2023 og LM-108/2023

 
 

8

 
 

1. viðgerð LM-106/2023 - Uppskot til broyting í Tingskipanini (Leingjan av freistum at lata Løgtinginum mál)

 
 

9

 
 

1. viðgerð LM-088/2023 - Uppskot til løgtingslóg um fosturtøku (Fosturtøkulógin)

 
 

10

 
 

1. viðgerð LM-087/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vernd av persónsupplýsingum (Dátuverndarlógin) (Rætta tilvísingar og strika kravið um navnloysi og ókenniligheit í sambandi við almannakunngering av avgerðum hjá Dátueftirlitinum)

 
 

11

 
 

Framløga

 

Fólkaflokkurin í formansskapinum heldur, at uppskotið hjá arbeiðsbólkinum skuldi verið lagt fyri tingið óbroytt og tekur tí ikki undir við restini av formansskapinum, sum hevur tikið burtur ætlaða lønarlyftið til tingfólk upp á 6.684,70 krónur um mánaðin