Í tíggju dagar hava átta føroysk ítróttafólk luttikið í sonevndu Special Olympics, sum í ár varð hildið í Gronningen í Hollandi.
Hans Harryson Hansen, sum var ein av ferðaleiðarunum á ferðini greiður frá, at Special Olympics eru Olympisku leikirnir fyri menningartarnað, og at hetta er fyrstu ferð, at Føroyar hava havt umboðan á hesi ítróttastevnu.
40 ár á baki
Talan er um ein altjóða felagsskap, sum varð stovnaður í seksti árunum, og sum sostatt hevur út við 40 ár á baki. Til stuttleikar kann nevnast, at tað var heimsgitna Kennedy-familjan, sum gjørdi hugskotið til veruleika, og síðani stovnanina hava Special Olympics verið hildnir við tvey ára millumbilum. Annað hvørt í Amerika og annað hvørt í Europa.
Eftir at tað í longri tíð hevur verið arbeitt við málinum, sendi ÍSB í oktober mánaði eina umsókn um føroyskan limaskap, og knappar tríggjar mánaðir seinni fingust boð um, at Føroyar høvdu fingið tillutað eina kvotu upp á 8 ítróttafólk. Fýra í frælsari ítrótt og fýra í svimjing.
Nógvar stjørnur
Fryi tveimum vikum síðani varð so farið avstað, og ikki kann sigast annað enn, at føroysku luttakararnir fingu eina uppliving fyri lívið.
Hans greiður frá, at alt varð sett upp á stórfingnan hátt, og at setan, móttøka og annað ikki stóð petti aftan fyri Olympisku leikirnar, sum verða hildnir hvørt fjórða ár.
Luttakrarnir sluppu veruliga at kenna seg sum heimsstjørnur í 10 dagar, og umframt luttakararnar, vóru eisini fleiri aðrar heimsstjørnur at hitta.
Millum annað heilsaðu føroysku ítróttafólkini upp á Nadja Commanetch, sum í sjeytiárunum setti eitt heilt nýtt støði fyri altjóða fimleik. Eisini finski rennarin Lasse Viren var at síggja, umframt heimsgitnu fótbóltsleikararnar, Hohan Cruyff og Jean Marie Pfaff, fyri at nevna nøkur nøvn.
Bólkað
Kappingin varð skipað soleiðis, at fyrst luttóku øll ítróttafólkini, eini 2.000 í tali, í innleiðandi umførunum, og síðani vórðu hesi flokkaði, alt eftir hvussu tey stóðu seg og hvørji brek tey høvdu.
Á henda hátt varð tryggjað, at munurin millum luttakararnar ikki gjørdist ov stórur, og slagorðið fyri kappingina »lets win together« boðar eisini frá, at her skuldu øll fáa ein møguleika.
Ikki kann sigast annað enn, at tað gekst føroysku luttakarunum væl, og á talvuni á hesi síðu sæðst, hvussu okkara fólk stóðu seg í sínum kappingum.
Írland 2004
Hans H. Hansen greiður frá, at um fýra ár, tá leikirnir aftur verða hildnir í Europa, er tað Írland, sum er vertur, og vónar hann sjálvsagt at Føroyar eisini tá fara at luttaka.
2002 verður Special Olympics í USA, og fæst fígging til vegja, er heldur einki at ivast í, at vit eisini verða umboðað í statunum.
Júst hvussu nógv ítróttafólk talan tá verður um, veit Hans ikki at siga. Hann greiður frá, at nú verða eftirmetingar gjørdar av ymsu londunum, soleiðis at støða kann takast til, hvørt kvoturnar skulu minka ella vaksa, men hann væntar tó ikki, at føroyska kvotan verður minni til komandi leikirnar.
Umframt Hans vóru eisini Rakul N. Joensen, Tóra Hansen og Rúni Gaardbo við á ferðini.